Øll eiga at sleppa at uppliva jólafriðin

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Eg elski at stákast til jóla og njóta alt tað hugnaliga við jólunum, sigur Ester Mohr

 

Hvar heldur tú jól? 

- Jólaaftan byrjar heima hjá okkum í Hoyvík við morgunmati, her vit sum familja møtast til eitt gott morgunmatarborð. 

Tað sigur Ester Mohr. 

- Her í grannalagnum hava vit eina sera hugnaliga siðvenju við, at jólamenninir ganga runt og inn í hvørt hús, har teir býta pakkar út til børnini. Hetta ganga okkara barnabørn ógvuliga høgt uppí, og hetta er ein sera hugnaligur morgun. 

Ester Mohr sigur, at jólaaftanskvøld verða tey á Velbastað saman við Henry og hansara familju, og jóladag verða tey í Grønulíð hjá soninum, Rúna og hansara familju. 

- 2. jóladag gongur leiðin til Skopunar til Kitty, og her samlast øll familjan saman aftur, sigur hon. 

Hvat eta tit á jólum? 

- Jólaaftan eta vit dunnu og alt, sum har til hoyrir, omaná verður rísalamandé og mandilgáva.

Hon sigur, at jóladag verður tað ræst kjøt, og 2. jóladag samlast familjan til kalt borð. 

Keypir tú jólagávur? 

- Ja, tað geri eg við gleði. Eg keypi til børn og barnabørn, og eg haldi tað vera sera hugnaligt, at tað, sum liggur í hesum, kann gleða børnini og gleða hvønn annan. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini hava ein stóran týdning fyri meg. Eg elski at stákast til jóla og njóta alt tað hugnaliga, sum vit verða boðin við til. 

Ester Mohr vísir á, at á jólum koma eisini minnini frá barndómstíðini fram, tá ikki so nógvir pengar vóru.

- Men, tað var fjálgt, hugni og nærvera, leggur hon aftrat.

Hon sigur, at hon um jólini serliga hugsar um gávuna yvir øllum gávum, sum varð givin okkum við Jesusi, og sum eisini er orsøkin til, at vit halda jól. 

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Mítt ynski er, at vit mugu uppliva jólafriðin - hendan friðin, sum einglarnir sungu so vakurt um.

Og Ester Mohr ynskir at enda við sangi hjá MC: 

Vit mugu frøast í dag, sum hava frelsaran sæð. 

Krubba og fátæksligt fjós, hýsir ei meir heimsins ljós. 

Nú hann í himlinum býr og í tí hjarta sum trýr, 

ljóði til himin ein tøkk, frelsan til føroyingar røkk. 

Takk, Jesus, fyri signað jól 

- í tær fann eg mær lív og skjól.

 

Lesið eisini - 

 

https://www.in.fo/news-detail/jolatraeid-verdur-pyntad-tollaksmessudag

 

https://www.in.fo/news-detail/sidvenja-er-at-ganga-runt-ryskivatn-a-jolum

 

https://www.in.fo/news-detail/sollind-og-aki-halda-jol-heima-i-nuuk