Ókeypis at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin til koronukanning

Prísurin fyri at koyra kann fáa fólk at setas aftur, siga tey í sjúkrahúsverkinum

Fyrrapartin hava Sjúkrahúsverkið og P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnilin gjørt avtalu um, at tað frá í kvøld verður ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin, tá fólk fara til Havnar at lata seg kanna fyri koronu.

 

Sjúkrahúsverkið sigur, at nú korona ger um seg sum ongantíð áður, eru tað nógv fólk úr Eysturoynni, sum dagliga ferðast við bili ígjøgnum Eysturoyartunnilin fyri at lata seg kanna. Skalt tú kannast fleiri ferðir, kann kostnaðurin hava við sær, at fólk setast aftur.

 

Tí hava Sjúkrahúsverkið og P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnilin í dag gjørt avtalu, sum hevur við sær, at tað frá í kvøld verður ókeypis at koyra við persónbili ígjøgnum Eysturoyartunnilin til og úr Tórshavn hjá teimum, ið fara at lata seg kanna fyri koronu.

 

Í kvøld, fríggjadagin 29. oktober, verður ókeypis koyring í tíðarskeiðinum kl. 18.30 til kl. 23.30.

 

Leygardagin 30. oktober verður ókeypis at koyra í tunnlinum millum kl. 16.00 og kl. 23.30.

 

Sunnudagin 31. oktober verður ókeypis at koyra í tunnlinum millum 16.00 og 23.30.

 

Frameftir verður kunnað á corona.fo um hvørji tíðarskeið verða ókeypis at koyra.

 

 

 

----