Olaf er flúgvandi

20 ára gamli framrættaði síðuspælarin var ógvuliga væl upplagdur, tá ið Víkingur vann trivaligan heimasigur ímóti B68

Tað endaði við trivaligum 3-0 heimasigri, tá ið Víkingur í dag hevði vitjan av B68. Sigurin ber við sær, at Víkingur er topplið, nú kappingin er meiri enn hálvrunnin.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0, og tað var dagsins maður og heilt væl upplagdi Olaf Bárðarson, sum longu í øðrum minutti legði heimaliðið á odda.

 

Sjey minuttir undan steðginum økti Víkingur um munin til 2-0. Talan var um tilvildarliga støðu í B68 brotsteiginum, sum endaði við, at Poul Kallsberg spældi eitt sindur í vinstru til Sølva Vatnhamar, sum hegnisliga sendi bóltin framtið Tórð Thomsen í B68 málinum og í handara síðunetið.

 

Jákup á Borg var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í fyrra hálvleiki. Eftir stegin vóru tveir nýggir menn á B68 liðnum, og fyrra partin av seinna hálvleiki skifti Jákup aftur út. Víkingur var meiri á bóltinum, men toftamenn vóru á ongan hátt niðurspældir, og tað vóru spentar støður frammanfyri málið hjá Bárði á Reynatrøð, eitt nú tá ið innskifti Bartal Páll Klein royndi seg.

 

Hetta var, tá ið tað restaðu 18 minuttir, og tríggjar minuttir seinni staðfesti Víkingur trivaliga 3-0 heimasigurin. Málskjútti var Jørgen Nielsen, sum avloysti Martin Klein Joensen, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Uppleggið átti Olaf Bárðarson, sum við sínum avriki í dag eigur at vera evni at vera á listanum, tá ið landsliðið eftir summarsteðgin fer at verða úttikið.