Síðan 2015 hevur gongdin við umsóknum verið minkandi. Í ár vóru 24 umsóknir færri enn í fjør og 124 færri enn í 2021. Tað var tó serliga ein skúli, sum hevði eina stóra øking í umsøkjaratalinum. 45 umsóknir komu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, sum er ein trífalding í mun til 15 umsóknir í mars í fjør.
613 umsøkjarar søktu í ár inn á gymnasialu breytirnar, tað eru 46 færri enn í fjør.
176 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar, sum er áleið tað sama sum í fjør. Her er tað serliga el-breytin, sum í ár skarar fram úr við heili 66 umsøkjarum.
Toppskjúttin á gymnasialum miðnámi gjørdist aftur í ár náttúrubreytin, sum fekk 207 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum í fjør. Á øðrum plássi kom búskaparbreytin við 171 umsøkjarum.
88 umsøkjarar søktu inn á hugbreyt - hetta eru 17 fleiri enn í fjør. Tó er tað ein lækking síðan 2022, tá umsøkjaratalið á hugbreytini var heili 154.
Seinastu árini hava alsamt færri søkt fyrireikingarbreytina - tað sum fyrr kallaðist HF. Hendan gongdin helt áfram í ár. 50 færri søktu í ár inn á fyrireikingarbreytirnar, sum er ein minking á 18 umsøkjarar í mun til í fjør.
54% av umsøkjarunum á miðnámi eru gentir. Síðan 2015 hava genturnar verið betri umboðar á gymnasialu breytunum, og árið í ár er onki undantak. Tó eru dreingir betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum. 71% av umsøkjarunum á yrkisútbúgvingunum eru dreingir.
##med2##