Um dagarnar kundi Lions Tórshavn lívga Ovasavnið við einum gávukekki upp á 50.000 krónur, ið hóskandio varð latin, nú upplatingin av savninum nærkast í stórum.
Nólsoyingar hava í longri tíð sæð fram ímóti tí stóra fagnaðardegnum, sum verður páskaaftan 19. apríl, tá ið ætlanin er at heiðra Ova Joensen.
Høvuðshendingin henda dagin verður sjálvandi, at Ovasavnið umsíðir kann verða latið upp fyri almenninginum, og tá fer millum annað fer at bera til at síggja bátin hjá Ova, “Dianu Victoriu”.
Eisini ber til at kunna seg um søguna um Ova, sum í 1986 í samfullar 41 dagar einsamallur róði allan tann 1700 kilometra langa teinin úr Nólsoy til Danmarkar.
Lions Tórshavn fegnast um at kunna lata sítt íkast til Ovasavnið, ið óivað fer at gera Nólsoy til eitt enn áhugaverdari stað at vitja hjá bæði føroyingum og øðrum.