Óvist hvar HØJ skal spæla heimadystir komandi kappingarár

Núverandi heimavøllurin í Ølstykke livir ikki upp til krøvini í bestu donsku hondbóltsdeildini

Mynd: HØJ

Farna leygardag var tað staðfest, at landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og hansara liðfelagar vunnu næstbestu donsku hondbóltsdeildina, og skulu tí spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi ár.

 

Men krøv vera sett til liðini, ið spæla í bestu deildini. Núverandi heimavøllurin í høllini í Ølstykke livir ikki upp til krøvini í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tað er als ikki nøktandi fyri bestu deildina, at tað bert er pláss fyri 500 áskoðarum í høllini. 

 

Ein nýggj høll í Ølstykke, ið tekur 2.000 áskoðarar er á tekniborðinum, men tað gongur nakað av tíð áðrenn hon er klár.

 

Við tíðindastovuna hjá Ritzau sigur forkvinnan í HØJ, Helle Rasmussen: - Vit skulu finna eina høll, har vit kunnu spæla teir stóru dystirnar, og teir dystirnar, ið vera vístir av TV2, har vit kunnu vænta nógvar áskoðarar. Tað er ein sera týdningarmikil uppgáva hjá okkum. Tað hevur verið ein stórur vansi hjá okkum, at vit ikki hava havt so góðar umstøður. Staðfestir forkvinnan í HØJ. 

 

Farum Arena, ið tekur 3.000 áskoðarar kann koma upp á tal til teir stóru dystirnar hjá HØJ. 

 

Mynd: HØJ