Badmintonsamband Føroya skrivar á facebookvanga sínum:
- GULL OG SILVUR TRYGGJAÐ Í MIX
Tvey føroysk pør vunnu hvør sína hálvfinalu í dag. Sostatt verða tað Miriam í Grótinum og Rúni Øster, sum skulu dystast ímóti Sannu Thorkildshøj og Magnus Dal-Christiansen í finaluni í blandaðum tvímansleiki.
Miriam og Rúni vunnu sannførandi í tveimum settum á parinum frá Isle of Man í tí einu hálvfinaluni, meðan hin hálvfinalan bleiv eiin spennandi trýsettari, har Sanna og Magnus tó vunnu sannførandi til síðst við góðum stuðli frá mælskum áskoðarum.
Finalurnar í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki verða leiktar fríggjadagin við føroyskari luttøku í øllum. Skrivar BSF.