Tað var stórt skrædl, tá ið tvøramenn og TB í kvøld hildu altjóða arbeiðaradagin í Klaksvík.
Hálvleiksstøðan var 5-0, og KÍ vann 10.0
Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 24 stig fyri átta dystir. NSÍ hevur 21 stig, og leygardagin fer NSÍ at spæla í Gundadali ímóti HB.
Síðsta leygardag var TB um reppið at vinna stig í Gundadali ímóti HB, sum skoraði 3-2 sigursmálið í síðstu sekundunum.
Tvøramenn mundu hava ánilsi um, at hetta fór ikki at vera dagurin, tá ið teir fóru at vera so tætt við at vinna stig.
Frá fyrsta bríksli var KÍ í álopi, og tá ið 20 minuttir vóru farnir, hevði Árni Frederiksberg skorað tvey mál. Hetta vóru fyrstu málini hjá Árna í ár, og hann kom ikki á vøllin eftir steðgin, tí hann hevur lítlan snudd at dragast.
Fyri fyrstu ferð í ár var Dávid B. Andreasen millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur av álvara verið eyðsýndur, tá ið hann hevur verið skiftur inn, og í kvøld skoraði hann til 3-0, og hann legði eisini upp til mál.
Patrik Johannesen og Páll A. Klettskarð skoraðu eisini undan steðginum. Eftir steðgin vóru teir báðir tvífaldir málskjúttar og skoraðu harvið báðir hattrikk, og so var Odmar Færø eisini málskjútti.
Fríggjakvøldið um eina viku verður avbjóðingin hjá KÍ á útivølli ímóti NSÍ. Tá verður tað oddasessurin, sum fer at standa upp á spæl.
Í 9. umfari fær TB vitjan av B68. Tá verður tað kapprenning um at sleppa undan niðurflytingarplássi, sum fer at standa upp á spæl.
KÍ – TB 10-0 (5-0)
1-0: Árni Frederiksberg 10.
2-0: Árni Frederiksberg 20.
3-0: Dávid Biskopstø Andreasen 24.
4-0: Patrik Johannesen 35.
5-0: Páll A. Klettskarð 38.
6-0: Páll A. Klettskarð 65.
7-0: Patrik Johannesen 67.
8-0: Odmar Færø 75.
9-0: Páll A. Klettskarð br 78.
10-0: Patrik Johannesen 83.
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Dávid B. Andreasen, Jákup B. Andreasen, John Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen
TB: Anders Tøønesen – Jóhan Renéson Thomsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Ndendé Adama Guéye, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Samudeen Musah, Páll Eirik Djurhuus, Marley Blair – Aron Arnholdsson