Pella tilvitað fyri at fáa verkætlan framda

Sambært bókini ”How big things get done” hjá Bent Flyvbjerg, eru tað bara nakrar heilt fáar verkætlanir; um 0,5%, sum halda tíðarætlanina, kostnaðarætlanina og geva ta nyttu, sum lovað. Hetta er sokallaða jarnlógin.

Landsbanki Føroya:

 

Sálarfrøði og makt í stórum verkætlanum

 

Bent Flyvbjerg hevur granskað í stórum verkætlanum og ein niðurstøða úr hesi gransking er, at bert 0,5% av stórum verkætlanum halda tíðarætlanina, kostnaðarætlanina og geva ta nyttu sum lovað, tá verkætlanin varð løgd til rættis. Hetta rópar Bent Flyvbjerg fyri jarnlógin.

 

Sambært Bent Flyvbjerg eru tað serliga tvær orsøkir til, at henda jarnlóg heldur. Onnur er sálarfrøði og hin er makt. Viðvíkjandi sálarfrøði, so eru vit sum menniskju bjartskygd. Men bjartskygni er ikki altíð gott. Bent Flyvbjerg vísir í síni bók á eitt dømi. Skalt tú á eina ferð við flúgvara, vilt tú helst ikki hoyra flogskiparan siga ”Eg eri bjartskygdur um at vit hava nokk av brennievni til ferðina”. Tað hevði gjørt teg ótryggan, tí tú vilt heldur hava, at flogskiparin er realistiskur viðvíkjandi brennievni til ferðina, so flogfarið ikki dettur niður, áðrenn tit koma til ferðamálið, greiðir Bent Flyvbjerg frá.

 

Um vit flyta ”brenni” til verkætlanir, so tosa við um tíð og pengar. Tíð og pengar eru brenni í verkætlanum. Eru vit ov bjartskygd tá vit meta um tíð og kostnað í eini verkætlan, eru stór sannlíkindi fyri, at verkætlanin hvørki heldur tíðar- ella kostnaðarætlanina. Tí er neyðugt at verða tilvitaður um, at vit menniskju eru bjartskygd av náttúru, og at vera tilvitaður um hetta, tá ið tíðar- og kostnaðarætlanir verða lagdar fyri eina verkætlan.

 

Tá tað kemur til makt, so kemur tað meira enn so fyri, at man við tilvitað pellar um verkætlanina, fyri at fáa hana setta í verk. Hetta verður eisini kalla strategisk misrepresentation.