Pernille og liðfelagarnir fingu eina góða byrjan upp á endaspælið

Keypmannahavn koppaði Nykøbing Falster á heimavølli

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn fingu eina góða byrjan upp á ovara endaspælið í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í fyrsta dystinum í bólki 1, har liðini umframt Keypmannahavn er favorittarnir, Odense, Nykøbing Falster og liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens, eydnaðist Keypmannahavn at leggja frá landi í bólkaspælinum við einum sigri.

 

Á heimavølli vann Keypmannahavn 30-28 á gamla liðnum hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster. Tað serliga væl fyri hjá Keypmannahavn í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru Pernille og liðfelagarnir frammanfyri 18-12.  Pernille skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál (assist). Tað eydnaðist henni eisini at vinna liðnum eitt brotskast.

 

Keypmannahavn og Odense hava tvey stig hvør. Nykøbing Falster hevur eitt stig, og Horsens hevur einki stig.

 

Í morgin klokkan 17.30 taka Maria og liðfelagarnir í Horsens móti Odense á heimavølli. Odense vann í grundspælinum 26 av 26 dystum.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 taka Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg móti Ikast-Herning á heimavølli. Talan er um dyst í bólki 2. Hini bæði liðini í bólki 2 eru Esbjerg og Sønderjyske.