Frælsisstandmyndin í New York er ein gáva til USA úr Fraklandi

Politikari vil hava Frælsisstandmyndina aftur

Franski miðvinstri politikarin Raphael Glucksmann vil hava Frælsisstandmyndina við innsiglingina til New York í USA aftur til Fraklands.

Frælsisstandmyndin í New York er ein gáva til USA úr Fraklandi

Hon umboðar ikki longur tey virðini, sum fingu Frakland at lata USA stóru standmyndina fyri næstan 150 árum síðani, segði tingmaðurin sambært AFP.

Hann vísir til politikkin, sum Donald Trump hevur ført, síðani hann gjørdist forseti 20. januar.

Glucksmann er ein sterkur stuðul hjá Ukraina í stríðnum móti Russlandi og hevur funnist at Trump, sum hevur gjørt kósina hjá USA meira rúmliga mótvegis Russlandi.

- Vit vilja siga við teir amerikanarar, sum hava valt síðuna hjá tyrannum, við teir amerikanarar, sum siga vísindafólkum úr starvi fyri at krevja vísindaligt frælsi: Gev okkum Frælsisstandmyndina aftur, sigur hann.

Frælsisstandmyndin varð avdúkað í New York Havn 28. oktober 1886, sum gáva frá franska fólkinum.

Fransmaðurin Auguste Bartholdi sniðgav standmyndina.

 

/Ritzau/

 

Frælsisstandmyndin í New York er ein gáva til USA úr Fraklandi