Tað ávirkar dystarskránna í Premier League, at ein stórur partur av Premier League hópinum hjá Aston Villa er í Korona-sóttarhaldi.
Eftir upprunaligu dystarskránni skuldu Aston Villa og Tottenham spæla á Villa Park leikvøllinum í Birmingham mikukvøldið klokkan 20.15.
Tottenham fer at dystast mikukvøldið klokkan 20.15, men á heimavølli móti Fulham.
Dysturin millum Tottenham og Fulham átti at verið spældur 30. desember, men var útsettur tí tá vóru fleiri spælarar hjá Fulham í sóttarhaldi. Nú er so møguligt at spæla hendan dystin mikukvøldið 13. januar.
Dysturin millum Fulham og Chelsea, ið upprunaliga skuldi spælast fríggjakvøldið 15. januar verður nú spældur leygardagin 16. januar klokkan 17.30.
Tottenham hevur eina pakkaða dystarskrá í Premier League, FA Cup, Europa League og í Liga Cup kappingini, og tí hevur Premier League tikið avgerð um, at Tottenham spælir móti Fulham nú mikukvøldið.