Privatur kapitalgrunnur í Avstralia keypir TDC

Eftir sjey ár fara donsku pensjónsfeløgini PFA, PKA og ATP úr eigarabólkinum hjá telefelagnum TDC Group.

TDC eigur nú 100 prosent avstralska privata kapitalgrunninum Macquarie. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Í staðin yvirtekur avstralski privati grunnurin Macquarie partabrøvini og hevur sostatt fullan ognarrætt.

Hetta skrivaði Macquarie í tíðindaskrivi í dag.

Higartil hevur privati kapitalgrunnurin havt 50 prosent ognarpart í TDC Group. Hini 50 prosentini vórðu býtt javnt millum tey trý pensjónsfeløgini.

Macquarie keypti TDC Group saman við PFA, PKA og ATP aftur í 2018 fyri næstan 41 milliardir krónur.

Partarnir upplýsa ikki søluprís.

Viðurskiftini verða væntandi liðug áðrenn árslok 2025, treytað av góðkenning frá myndugleikunum.

 

/Ritzau/

 

TDC eigur nú 100 prosent avstralska privata kapitalgrunninum Macquarie. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix