Aftur í gjár vóru grindaboð. Hesa ferð var tað av Velbastað, at ringt varð til løgregluna at boða frá grind í Hestfirði.
Løgreglan boðaði sýslumanninum frá, men haðani eru boðini greið, og tey eru, at so leingi tilmælini í sambandi við korona standa við, verður eingin grind dripin í Føroyum.
Sostatt lótu tey eisini grindina í Hestfirði, fara sína kós.
Sýslumenninir halda, at tilmælini í sambandi við korona, eru so mikið strong, at tað er ómøguligt at halda grind til, uttan at bróta tey. Her verður hugsað um tilmælini um, hvussu nógv fólk kunnu verða savnað á einum stað, umframt tilmælini um frástøðu, umframt tilmælini um at brúka masku og hondspritt.
Tí hava sýslumenninir gjørt av, at so leingi tey tilmælini eru galdandi, verður eingin grind hildin til.
Men tað eru ikki øll, sum eru samd í, at vit ikki skulu sleppa at drepa grind. Trýst HER og les, hvat ein grindaformaður hevur at siga um forboðið