Reiley syngur persónliga sangin »Breaking My Heart«. – Tað eri eg, sum siga mína søgu um nakað, sum ikki var so gott í lívi mínum. Tað er ein poppsangur, sum snýr seg um eitt eitrað ástarsamband, hevur Reiley áður sagt. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Reiley verður fyrstur á pallinum í Liverpool í kvøld

– Og tað kann væl verða ein fyrimunur, sigur grandprix-stjórin hjá Danmarks Radio

Reiley syngur persónliga sangin »Breaking My Heart«. – Tað eri eg, sum siga mína søgu um nakað, sum ikki var so gott í lívi mínum. Tað er ein poppsangur, sum snýr seg um eitt eitrað ástarsamband, hevur Reiley áður sagt. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Føroyski Reily, sum umboðar Danmark í Eurovision sangkappingini, verður fyrsti luttarin á pallinum í hálvfinaluni í kvøld

Danska Eurovisión-vónin, Reiley, verður fyrstur á palli í hálvfinaluni í kvøld, og tað kann vera ein fyrimundur, metir Erik Struve Hansen, grandprix stjóri hjá Danmarks Radio.

– Eg haldi, at tað er eitt heiðurligt pláss í showinum at vera startskotið til alt. Og eg hugsi, at tað allarhelst eru fleiir, sum gleða seg til klokkan 20, tá tað byrjar, í mun til hvussu kvøldið líður, sigur hann.

##med2##

* Danmark - Reiley: "Breaking My Heart".

* Armenia - Brunette: "Future Lover".

* Rumenia - Theodor Andrei: "D.G.T. (Off and On)".

* Estland - Alika: "Bridges".

* Belgia - Gustaph: "Because Of You".

* Kýpros - Andrew Lambrou: "Break A Broken Heart".

* Ísland - Diljá: "Power".

* Grikkaland - Victor Vernicos: "What They Say".

* Pólland - Blanka: "Solo".

* Slovenia - Joker Out: "Carpe Diem".

* Georgia - Iro: "Echo".

* San Marino - Piqued Jacks: "Like An Animal".

* Eysturríki - Teya & Salena: "Who the Hell is Edgar?".

* Albania - Albina & Familja Kelmendi: "Duje".

* Litava - Monika Linkyte: "Stay".

* Avstralia - Voyager: "Promise".

Kelda: eurovision.tv.

/ritzau/