Rørgull konsert í Vágs kirkju

Rørgull er ein tvírør træblásarabólkur, sum varð stovnaður fyri uml. 3 árum síðani

Ikki eru tað nógv, ið spæla hesi ljóðførini í Føroyum, og er tað ein av orsøkunum, at hetta samanspæli byrjaði.

 

Sjálvi siga tey soleiðis:

 

Vit fara at hava eina konsert í Vágs kirkju tann 15. mai kl. 18:30.

 

Stykkini vit fara at spæla eru nýggj føroysk løg, eins og eldri løg í nýggjum hami.

Til hesa konsertina hevur Rørgull fingið ein ungan gesta solist, Ásgerð S. Olsen, í nøkrum innsløgum.

 

Hini eru:Høgni R. Hansen: Obo

Rebekka L. Olsen: Obo d’amore

Inga D. Remmel: Enskt horn

Otniel Nygaard: Fagott

 

Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.