RÓIN: Spælimaður við Heimsins enda sýndur í SALT

Leygarkvøldið verður filmssýng í Salt á Drelnesi.

 

A slippery slope fyri sovorðnar typur sum meg at koma til Føroya…

 

Soleiðis sigur vestmenningurin Róin Siggertsson millum annað í nýggja dokumentarfilminum, ið hevur heitið “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”.

 

Í filminum fylgja vit Róin Siggertsson í hansara roynd at flyta heim aftur til Føroya aftaná næstan 30 ár í Danmark.

 

Tað er tó ikki lætt at flyta heim aftur. Hann endar í einum yvirforbrúki av bæði øli og recept-heilivági, og umhugsar tí kraftigt at fara niður aftur.

 

Men so hendir tað óvæntaða – hann skal vera pápi. Eitt vegamót, sum krevur, at hann má broyta lívsstíl.

 

Leikstjóri er Pætur H. Evensson, og hann hevur fylgt Róin síðan 2021.

 

Gorm Just hevur klipt, meðan Ólavur Jákupsson hevur komponerað og gjørt ljóðmyndina. Filmurin er framleiddur av Kykmyndum við Jón Hammer sum framleiðara.

 

Eitt sermerkt við filminum er, at meginparturin av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum – og talan er um fleiri løg, sum enn ikki eru útgivin.

 

Dyrnar lata upp Kl. 19:00, skrivar mentanarhúsið SALT.