Fýra býráðslimir av listanum: Rok í Javnaðarflokkinum

Tað er stór misnøgd millum býráðslimir hjá Javnaðarflokkinum í Havn

Í gjár hevði Suðurstreymoyar Javnaðarfelag uppstillingarfund, har endaligi listin skuldi gerast liðugur til býráðsvalið í Havn.

 

Men listin var ikki gjørdur liðugur, heldur tódnaði listin, tí tríggir av býráðslimunum hjá flokkinum tóku seg av listanum.

 

Leygardagin boðaði Kári Johansen frá, at hann ikki stillar uppaftur fyri Javnaðarflokkin. So nú eru fýra av seks býráðslimum, sum ikki stilla uppaftur fyri Javnaðarflokkin.

 

Teir fýra eru umframt Kára Johansen, Tróndur Sigurðsson, Súna Mørk og Bjørg Dam.

 

Sum skilst eru býráðslimirnir misnøgdir við, at Heðin Mortensen, eftir at hann hevði sagt teimum, at hann ikki stillaði uppaftur, kortini stillar upp, og at dóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Joensen, eisini stillar upp.

 

Fólk vilja ikki gera viðmerkingar, men vælvitandi keldur vilja vera við, at støðan ikki er endalig, og at fólk í flokkinum nú royna at mýkja støðuna.

 

Javnaðarflokkurin í Havn var nógv størstur til seinasta býráðsval, tá flokkurin fekk 5.777 atkvøður í Tórshavnar kommunu. Hann fekk 43,9 prosent av atkvøðunum. Hann fekk til dømis meira enn 3.000 atkøvður fleiri enn Tjóðveldi, sum er næststørsti flokkur í Tórshavnar kommunu við 2.696 atkøðum, sum svarar til 20,5 prosent.

 

Av teimum 5.777 atkøvðunum hjá Javnaðarflokkinum fekk Heðin Mortesen persónliga 2.284 atkøvður.

 

Tey fýra, sum í løtuni ikki eru á listanum hjá Javnaðarflokkinum, fingu tilsamans 1.610 atkvøður á seinasta býráðsvali, sum vórðu býttar soleiðis teirra millum:

 

Tróndur Sigurðsson: 882 atkvøður

Kári Johansen: 268 atkvøður

Súna Mørk: 258 atkvøður

Bjørg Dam: 202 atkvøður