Løgreglan hevur seinastu dagarnar fingið fleiri fráboðanir frá stjórum og øðrum leiðandi persónum í fyritøkum, sum hava fingið teldupost, sum sær út til at vera frá onkrum starvsfelaga, um at flyta pengar.
– Vit vilja staðiliga heita á øllum at vera sera varin, tá tey fáa slíkt, sigur vaktleiðarin, og vísir á, at allir teldupostarnir eru sendir frá teldupostadressuni office@diriectormaills.xyz.
Men tað verður gjørt so snildisliga, at tað sær út sum um, at telduposturin er frá einum leiðandi persóni í fyritøkuni. Tí navnið hjá einum leiðara stendur sum avsendari, men teldupostadressan, sum ikki sæst beinleiðis, er ein følsk adressa.
Í øllum fráboðanunum, sum løgreglan hevur fingið, er avsendaraadressan office@director.xyz
Løgregla veit ikki um nakran, sum er dottin í felluna enn.