Tú mást ikki sláa í hel?

Nærum hálvtannað ár er liðið síðani yvirgangsálopið, Hamas framdi móti Ísrael 7. oktober. Okkurt um 1200 ísraelar og útlendingar vórðu dripnir, og gíslar vórðu tiknir. Ísraelski herurin, ið ikki var so væl mannaður í økinum henda dagin, var skjótur við kollektivu revsingini, tá ið hann loksins kom fram. Herurin hevur bumbað Gasageiran, haðani yvirgangsmenninir komu, dag og nátt síðani 7. oktober - við einum steðgi í ár. USA hevur stuðlað bumbingini treytaleyst frá fyrstu løtu, eins og fleiri evropeisk lond hava gjørt. Onkuntíð kom okkurt hálvhjartað ynski úr USA um hóvsemi og eina møguliga vápnahvíld, samstundis sum USA útvegaði bumburnar, ið Ísrael slapp at nýta eftir egnum tykki.

 

Ein stutt vápnahvíld kom í lag nú í januar, men Ísrael breyt hana týsmorgunin 18. mars. Ísrael ætlar ikki at helma í, fyrrenn Hamas er niðurbart, hóast tann uppgávan er rættiliga ómøgulig. Hamas tykist ikki at vera stórliga ávirkað sum er. Røddir í Ísrael hava verið frammi um at reka allar palestinar úr landinum ella bara at beina fyri øllum palestinum, og tað tykist, sum tað er tað, ið hendir í løtuni. Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, segði herfyri, at tað, ið Ísrael hevur gjørt higartil, er bara byrjanin. Tað, ið nú fer at henda, verður fullkomilig oyðilegging. Landsstýri okkara fordømdi álopið 7. oktober. Tað, ið ísraelsmenn, USA og sameindu teirra hava gjørt síðani tá, vil Landsstýrið ikki fordøma. Har valdar fullkomin tøgn um málið.

 

Mótmæli hava verið ímóti ísraelsku framferðini nógvastaðni. Í sjálvum Ísrael verður eisini mótmælt, hóast tað er trupult - eitt nú varð fólkavaldi palestinski Knesset-tinglimurin Aida Touma-Sliman, ið alment hevur tikið frástøðu frá yvirgangsálopinum 7. oktober, burturvíst úr tinginum fyri at finnast at bumbingini av Gasa. Touma-Sliman, ið sjálv er sosialistur og ateististur, hoyrir til ein kristnan arabiskan minnilutabólk í Ísrael, og er fødd og uppvaksin í Nazareth. Tosað verður ofta um, at Ísrael er einasta veruliga fólkaræði í Miðeystri, men eitt fólkaræði, ið burturvísir tinglimir, tá ið teir finnast at einum førdum politikki - í hesum førinum einum statsautoriseraðum hópdrápi -, er neyvan tað, vit vanliga seta í samband við verulig fólkaræði. Nógvir ísraelar, ið hava búsett seg uttanlands, og aðrir jødar í Europa og USA, hava talað harðliga ímóti tí, ið fer fram. Teir verða høgliga skýrdir "sjálvhatandi jødar" og enntá antisemittar. 

 

Ísraelski søgufrøðingurin Raz Segal, ph.d í fólkamorði og undirvísari á Stockton universiteti í New Jersey í USA, skrivaði longu 13. oktober 2023 í jødiska online-tíðarritinum Jewish Currents, at ísraelska hernaðarátakið í Gasa ikki kundi lýsast sum annað enn fólkamorð. Alt og øll vóru fyri álopi, fólk høvdu ongastaðni at flýggja, tí landamørkini eru stongd, og oyðileggingin stóð einki aftanfyri oyðileggingarnar í harðast raktu evropeisku býunum undir seinna heimsbardaga. Hetta vóru fimm dagar aftaná at kríggið byrjaði. Almenna deyðstalið av palestinum er nú, hálvtannað ár seinni, okkurt um 50.000. Talið er sannlíkt væl hægri, helst fleiri ferðir hægri, tí hesi 50.000 eru bert tey, ið eru eyðmerkt og jarðað. At kalla øll eru sivil, og í minsta lagi ein triðingur av teimum myrdu eru børn. Umframt deyð eru eisini ógvuliga mong illa løstað. 93% av øllum bygningum eru oyðilagdir; íbúðarbygningar, skúlar, moskeir, kirkjur, sjúkrahús, handlar, universitet og enntá tað syndrið av landbúnaðarjørð, ið enn var nýtilig áðrenn átakið hjá ísraelum byrjaði. Tú mást nýta gps-signal at finna støð, ið einaferð vóru gøtur og hús. Tvær milliónir palestinar eru jagstraðir úr heimum sínum og flýggja frá einum stað til tað næsta, men har er ikki trygt at vera nakrastaðni, tí flóttafólkalegur verða bumbaðar reglufast. Eitt tíðarskeið fingu øll, ið búðu norðanfyri, boð frá ísraelskum myndugleikum um at flyta suðureftir, tí har var trygt at vera. Tá ið tey vóru komin suðurum, fóru ísraelskar bumbur at regna niður yvir tey har.

 

Tíðindafólk hava verið fyri álopi frá snigskjúttum, hóast ella júst tí tey vóru í vestum við stórum PRESS-merkjum á. Í minsta lagi 173 tíðindafólk eru dripin í Gasa, síðani kríggið byrjaði. Heilsustarvsfólk eru fyri álopi, sjúkrahús verða bumbað, skrivstovan hjá Reyða Hálvmána varð bumbað, og Raz Segal vísti á, at hetta alt er í tráð við taktikkin aftanfyri fólkamorð; at gera yvirlivilsislíkindini so ring sum yvirhøvur møgulig. Tey, sum ikki doyggja av bumbum og snigskjúttum, kunnu hóskandi doyggja av vantandi læknahjálp, umfarssjúkum, vatntroti, hungri og øðrum. Ísrael hevur stongt fyri øllum innflutningi av neyðhjálp, mati, vatni, brennievni og heilivági og hevur harumframt sløkt fyri streyminum.

 

Høgravíðgongdi forsetisráðharrin Benjamin Netanyahu hevur ákærur ímóti sær um at taka ímóti mutri gjøgnum síni mongu ár sum politikari í Ísrael. Seinastu mánaðirnar, meðan kríggið hevur vart, hevur hann kunnað andað lættari, tí rættarmálið dregur út og verður sett á stand-by við jøvnum millumbilum. Boðini frá Altjóða revsidómstólinum ICC um at handtaka Netanyahu fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini rína ikki við. Hvørki í Ísrael ella USA. Ísraelska stjórnin kveistrar boðini til viks og kallar tey antisemittisk. USA viðurkennir ikki ICC yvirhøvur, og loyvir Netanyahu at koma og fara sum honum lystir. Netanyahu endurgevur úr heilagu skriftini, at "Ein er tíðin til frið, og ein er tíðin til kríggj. Og hetta er tíðin til kríggj!" Av onkrari gátuførari orsøk tykjast kristnir zionistar í vesturheiminum at leppa bíbilska retorikkin í seg, og stuðla krígsbrotsverkunum hjá Netanyahu og Ísrael. At venda hin kjálkan til, elska fíggindar sínar, og at hava samkenslu við tey kúgaðu, er ikki so høgt í metum fyri tíðina.

 

 

 

Tantura

 

Í heimildarfilminum Tantura frá 2022 hjá ísraelska filmsskaparanum Alon Schwarz, greiðir ísraelski professarin Ilan Pappé frá um ta ísraelsku sjálvsmyndina. Filmurin snýr seg um eitt hópdráp, ið ísraelar framdu á einum torgi móti 270 óvápnaðum palestinskum monnum. Palestinsku menninir høvdu frammanundan gjørt mótstøðu í bygdini Tantura nær við Haifa, men høvdu lagt vápnini, og givið seg upp í hendurnar á ísraelsmonnum. Hetta var í 1948, tá ið ísraelsmenn róku palestinar úr bygdum sínum í sambandi við at Ísrael skuldi setast á stovn:

 

"Eg haldi, at hin serliga ísraelska sjálvsmyndin av at vera eitt moralskt samfelag er nakað, eg ikki havi sæð aðrastaðni í heiminum: hvussu týdningarmikið tað er at vera einastandandi. Vit eru tað útvalda fólkið! Hetta er partur av ísraelska samleikanum sum eitt fólk, ið stendur langt omanfyri onnur í morali, og eg vaks upp við hesum...hin mest moralski herurin í heiminum, og eg haldi, tað er ógvuliga trupult hjá ísraelum at viðganga, at teir framdu krígsbrotsverk. Tí í botn og grund hevur zionistiska verkætlanin ein trupulleika. Hon er á ein hátt ein sorgarleikur. Jødar máttu flýggja úr Europa at finna eina trygga havn, men tú kanst ikki skapa eina trygga havn við at skapa eina vanlukku fyri onnur fólk."

 

Hundraðtals palestinskar bygdir vórðu lagdar í oyði í 1948, áleið 15.000 palestinar vórðu dripnir og í minsta lagi 700.000 palestinar gjørdust flóttafólk tá. Í heimildarfilminum greiða ungir ísraelskir søgufrøðingar eisini frá, hvussu forsetin Ben Gurion í 1950'unum fekk ísraelskar søgufrøðingar at skriva eina falska frágreiðing um, at allir palestinar fóru úr bygdum sínum av egnum fríum vilja, at eingi hópdráp vórðu framd, ongar neyðtøkur, ongar flytingar av arabum, eingin harðskapur yvirhøvur, eingin stuldur og einki herverk. Einki, ið kundi seta høga ísraelska moralin í ringt ljós, varð framt. At eitt hópdráp fór fram í Tantura, burturvísir ísraelski staturin enn í dag. Sum ísraelski søgufrøðingurin Adam Raz sigur í filminum um søguna hjá Ísrael: "Tað má verða sagt, at henda søgan er ein lygn!"

 

Henda lygnin heldur tó fram við størri megi enn áður. Hin mest moralski herurin á jørð er farin til verka, og enn sum áður stendur ein heilt serlig glæma um hann. Bumbingin av Gasa er rætturin hjá Ísrael at verja seg, verður sagt. USA nýtir vetorættin hjá sær í ST at forða fyri vápnasteðgi, tá ið at kalla øll onnur lond í heiminum biðja um vápnasteðg. Ísrael má sleppa at bumba og skjóta, sum tað vil, av ymsum orsøkum: í sjálvverju og tí at landið og fólk tess eru okkurt heilt serligt; tað útvalda fólkið. Men møguliga eisini tí at vápn eru gull verd. Vápnaframleiðarar í USA, Bretlandi, Ísrael, Týsklandi og aðrastaðni hava góðar dagar. Tað verður ikki tosað so hart um tað, men kríggj eru góð fyri peningarenslið; sama um vápnini verða seld ella latin sum stuðul.

 

 

 

Lyktasteyrin í Miðeystri

 

 

 

"At berjast móti einum heri, ið fjalir seg í íbúðarblokkum, í sjúkrahúsum og í tunlum undir jørð, er ómøguligt uttan sivil tap - uttan mun til, hvussu nógv verður gjørt fyri at sleppa undan teimum," skrivaði fólkatingsumboðið Sjúrður Skaale í einari røðu, hann helt á danatingi um Ísrael fyri nøkrum mánaðum síðani. "Fólkaræðisins lyktasteyri í Miðeystri", kallaði hann Ísrael. Vit hava hoyrt hesa grundgevingina fyri teimum ovurhonds stóru sivilu tapunum, síðani kríggið byrjaði: at mann líkasum ikki sleppur framat at drepa tey heilt røttu, at Hamas nýtir ósek sivil sum livandi skjøldrar, og at sivil tí mugu doyggja ella verða løstað, skal mann raka ein Hamas-hermann viðhvørt. At Ísrael so sanniliga ger sær stóran ómak ikki at raka nakran sivilan, hava vit eisini hoyrt ferð aftaná ferð frá ísraelskum myndugleikum, og politikarar og fjølmiðlar í vesturheiminum endurtaka uppáhaldið. Men tað skal ein óvanliga góður vilji til at trúgva sovorðnari reinging av veruleikanum. Veruleikin er, at har verður dripið frá hond uttan at taka hædd fyri sivilum yvirhøvur. Hetta er sum heild ikki nakað, ið nervar ísraelar í dag, sigur ísraelski politiski greinarin Ori Goldberg í samrøðu við Al Jazeera í farnu viku. Netanyahu kann gera við palestinar sum honum lystir, greiðir hann frá. Mótmælini ímóti Netanyahu og stjórn hansara koma av øðrum orsøkum.

 

 

 

Sonevndar 2000 punda-bumbur (t.e. bumbur, ið viga eitt tons) verða brúktar. Ein sovorðin bumba spreingir lættliga ein heilan íbúðarblokk í smápettir, ger djúp og breið spreingihol, og kann drepa menniskjur, ið eru fleiri hundrað metrar frá staðnum, har bumban brestur. Sleppur nakar undan við lívinum og tekur til beins, eru ráð fyri tí. Vitlíkisdronur, ið sjálvar kunnu finna fram til livandi verur, ið flyta seg, verða sendar avstað, áðrenn dustið hevur lagt seg, og skjóta eftir øllum, ið flytir seg. Børn eru lættastu offrini. Hesum greiddi bretski professarin og skurðlæknin Nizam Mamode frá í einari hoyring 14. november í fjør. Ein bretsk parlamentarisk nevnd, ið hevði til endamáls at kanna, hvat veruliga fór fram í Gasa, hevði boðsent Nizam Mamode at greiða frá sínum upplivingum. Hann var júst komin aftur til Bretlands aftaná at hava arbeitt á einum sjúkrahúsi í Gasa sum sjálvboðin lækni í ein mánað. Sendingin "Kids under Fire" hjá Al Jazeera frá 27. mars 2025 viðgerð eisini mynstrið, ið ger seg galdandi, og sum fleiri enn 40 heilsustarvsfólk úr ymiskum sjúkrahúsum hava víst á; at børn í Gasa, ið flýggja undan bumbubrestum ella eru úti og spæla, verða skotin av snigskjúttum og sonevndum quadcoptarum ella dronum. Dronurnar raka børnini ymsastaðni á likaminum, men serliga beint í høvdið. Ísraelski Knesset-limurin Meirav Ben-Ari úr flokkinum Yesh Atid segði í tinginum 16. oktober 2023, at børnini í Gaza eiga sjálvi skyldina í hesum (at verða skotin og bumbað). Keti Shitrit úr flokkinum Likud segði í eini sjónvarpssamrøðu, at hon ger als ongan mun á sivilu fólkunum í Gasa og yvirgangsmonnunum í Hamas. Tey eru eitt og tað sama.

 

Kríggið í Gasa er ein massakra, men lond tala ikki at longur, tykist tað. Ei heldur Bretland, ið stóð fyri kanningini, men sum eisini vinnur pening burturúr krígnum, og er við til at vápna ísraelska herin saman við USA, Týsklandi, Svøríki, Italia og øðrum londum. Sjálvt Javnaðarflokkurin í Føroyum gevur limunum í ungmannafelag sínum munnkurv ímóti at tala at fólkamorðinum. Sosialistisk Ung høvdu skrivað okkurt á Facebook stutt eftir at kríggið byrjaði, men máttu so pent taka tað burtur aftur. Formaður Javnaðarfloksins, løgmaður, vissaði í KvF um, at tað ikki var nøkur munnkurv. Hvat mann annars skuldi kallað tað, veit eg ikki, men tey skuldu undir øllum umstøðum vera varin við at siga nakað atfinningarsamt ímóti Ísrael, tí har vóru eingi prógv fyri nøkrum o.s.fr. Fólkamorðið er eitt sonevnt taboo; tað, ið ikki má nevnast.

 

Amnesty International staðfesti í einari drúgvari kanning, ið varð almannakunngjørd 4. desember í fjør, at Ísrael fremur fólkamorð. Gerðirnar hjá Ísrael í Gasa frá 7. oktober 2023 til fyrst í juli 2024 vórðu kannaðar út í æsir. Samrøður vórðu gjørdar við 212 fólk, palestinsk vitni og yvirlivandi, myndugleikar í Gasa og heilsustarvsfólk. Ein ørgrynna av myndum, filmsbrotum, fylgisveinamyndum og øðrum talgildum tilfari varð greinað, og niðurstøðan var greið: Ísrael fremur fólkamorð. Kortini valdar tøgn. Eisini millum tingfólk, ið neyvan stuðla etniskari útreinsan og fólkamorði.

 

Í januar kom vápnahvíldin í lag. Bumbingin steðgaði tveir mánaðir (Ísrael hevur tó skotið fleiri enn hundrað palestinar, meðan hvíldin hevur verið), men týsmorgunin 18. mars lupu ísraelsmenn so aftur á hundrað meir og minni tilvildarlig mál í Gasa. Tjaldlegur, eitt fongsul og nøkur íbúðarhús, ið annars eru fá eftir av nú. Hamas-mál, kalla teir tað, og tí varð tað eisini kallað so í tíðindunum í KvF tann morgunin. Fleiri enn 400 sivil lógu eftirá, harímillum í minsta lagi 174 børn. Fleiri hundrað vórðu eisini illa løstað. Tú telur ikki sum deyður, um tú hevur mist ein arm, ert brendur um alt likamið ella liggur á jørðini, og tað enn grælar í tær. Álopini hendu beint fyri sólarris. Donald Trump, forseti í landinum, ið veitir flestu vápnini til týningina í Gasa, var kunnaður um álopið, og hevði givið sítt vælsignilsi. Eins og Biden, tá ið hann var forseti. Blóðbaðið kundi halda fram, ger so væl!

 

Tað var ikki av tilvild, at tað var júst týsmorgunin. Hópdrápið bjargaði stjórnini og persónliga valdinum hjá Benjamin Netanyahu, ið enn einaferð skuldi møta í rættinum týsdagin í sambandi við tær mongu mutursákærurnar ímóti sær. Rættargongdin varð útsett nakrar dagar, tí nú var vápnahvíldin brotin, og landið í kríggi aftur. Fíggjarlógin skuldi eisini fyri tingið henda sama týsdagin, og freistin at samtykkja hana var 31. mars. Uttan blóðbaðið hevði fíggjarlógin, og harvið valdið hjá Netanyahu, hingið í einum klønum tráð. Varð fíggjarlógin ikki samtykt, hevði verið neyðugt við nývali. Í januar tóku høgravíðgongdi Itamar Ben-Gvir og flokkur hansara Otzma Yehudi seg úr stjórnini hjá Netanyahu í mótmæli móti vápnahvíldini, sum varð undirskrivað millum Hamas og Ísrael. Um drápini ikki hildu fram, vildu hann og Bezalel Smotrich, høgravíðgongdi fíggjarmálaráðharrin, ikki stuðla samgonguni, ið hevði tørv á teimum.

 

"Tá ið tú ert í einari kreppu, er einki, ið kann sameina stjórn tína betur, og einki kann berja eitthvørt slag av andstøðu ella mótmæli betur niður enn at drepa palestinar," segði útlagni palestinski rithøvundurin og politiski viðmerkjarin Muhammad Shehana í samrøðu við amerikansku tíðindarásina Democracy Now! týsdagin 18. mars. Hann var staddur í Keypmannahavn, tá ið vápnahvíldin varð brotin. So títt og knapt ísraelski herurin hevði gjørt síni hundrað álop týsmorgunin og dripið síni 400 sivilu fólk, játtaðu Ben-Gvir og Bezalel Smotrich at stuðla stjórnini aftur. Ben-Gvir varð útnevndur ráðharri fyri innanlands trygd sama dag. Fíggjarlógin varð samtykt 25. mars. Netanyahu situr tryggur fyribils, og hevur eina sterka, arbeiðsføra samgongu. Mest høgravíðgongdu samgongu og stjórn í Ísrael nakrantíð.

 

Ein sannlík ákæra hjá einum, ið lesur hetta lesarabrævið, er, at undirritaði man vera bæði antisemittur og Hamas-stuðul. Eg eri hvørki. Tað eru allir teir hundraðtals jødarnir, ið mótmæla fólkamorðinum í Gasa, ei heldur. "Ikki í okkara navni," ljóðaði í London og New York, har teir hersettu Trump Tower 14. mars. Álopið 7. oktober 2023, sum ísraelska fregnartænastan visti um niður í smálutir eitt ár frammanundan, og sum vaktir ávaraðu um til fánýtis stutt undan álopinum, var ræðuligt. 1154 lógu eftirá: 782 óvápnað sivil fólk, 63 sivilir trygdarvørðar, 53 løgreglufólk og 256 hermenn. Illar tungur í Ísrael vilja vera við, at ísraelskir myndugleikar lótust ikki at vita av álopinum fyrstu tímarnar, tað vardi. Álopið skuldi helst eydnast so mikið væl, at andstygdin fyri gasabúgvum kundi vaksa í vavi og styrki. Á henda hátt fekk Ísrael eina góða orsøk til og undirtøku fyri at leypa á og javna Gasageiran við jørðina. Um tað er satt, fer tíðin mestur at vísa.

 

Hvussu er og ikki, so er eitt, ið eitur lutfall (proportionalitetur). Ísrael hevur í løtuni myrt í minsta lagi 50.000; muslimar, kristin, ateistar, mannfólk, kvinnur og børn. Um Føroya Landsstýri hevur hug at fordøma gerðir úti í heimi, eiga gerðirnar hjá Ísrael eisini at verða fordømdar. Ísrael fremur fólkamorð, og USA, Bretland, Týskland, Italia, India, Svøríki, Danmark og onnur lond, ið lata Ísrael vápn og vápnalutir, eru samsek.

 

 

 

Kári Sverrisson, Saltangará