Fleiri fólk hava fingið skaða, eftir at ein bilur koyrdi á ein hóp av fólki í Stuttgart í Týsklandi.
Tað boðar lokala sløkkiliðið frá í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
Seinni upplýsti løgreglan á sama palli, at einki var, sum bendi á, at hetta var ein forætlað gerð.
Her sæst, at tað skal hava hent um Olgaeck í Stuttgart. Økið er avbyrgt og tey særdu eru viðgjørd á staðnum.
Fleiri av teimum særdu eru álvarsliga særd, leggur fráboðanin afturat.
Hendingin fór fram á einum sporvognsteðgistaði, sambært tíðindastovuni dpa, sum skrivar, at vitni eru avhoyrd.
Blaðið Stuttgarter Zeitung skrivar, at í minsta lagi trý fólk hava fingið skaða, sambært løgregluni.
Sambært blaðnum er bilførarin á bilinum, sum var ein Mercedes, handtikin.
Tá blaðið tosaði við ein talsmann fyri løgregluna, var ikki greitt, um talan var um óhapp ella tilvitaða gerð.
/Ritzau/