VIDEO: Samuel og liðfelagarnir taptu oddauppgerðina

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum KuPs-SJK Seinäjoki 1-0 (1-0)

So upplivdi landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi at tapa ein dyst í bestu finsku fótbóltsdeildini á fyrsta sinni.

 

Samuel spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í oddauppgerðini á útivølli taptu 0-1 fyri KuPs. KuPs skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki.

 

Talan var um ein javnan dyst, har spælfordeilingin var púra jøvn, og bæði liðini høvdu málmøguleikar. 

 

KuPs er fremst í deildini við 16 stigum fyri seks dystir. SJK Seinäjoki er næstfremst við 13 stigum. 

 

Mánadagin 12. mai klokkan 17 tekur SJK móti VPS á heimavølli. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum KuPs-SJK 1-0 (1-0):

 

##med2##