Sølan av elbilum skramblar niður – afturgongdin er 80%

Fyrstu tveir mánaðirnar í fjør vórðu seldir 122 el­bilar. Síðani hækkaði løgtingið avgjøldini. Úrslit­ið er, at í fyrstu tveir mánaðirnar í ár vórðu seld­ir 25 elbilar. Afturgongdin er 80 prosent

 

Grein úr Sosialinum 4. apríl 2025:

 

 

 

Í januarmánaði í fjør vórðu seldir 46 elbilar í Før­oy­um. Í febr­ua­r ­mán­aði  í fjør vórðu seldir 76 elbilar í Før­oy­um. Til­­saman vórðu seldir 122 nýggir elbilar í Føroyum árs­ins fyrstu tveir mánaðir í fjør.

 

Men í fjør broytti Løg­ting­ið avgjøldini á elbilum, og tað hevur uttan iva ført til ta munandi lægri søluna av el­bil­um, sum hevur verið í jan­uar og febr­u­ar­mánaði í  ár, tá tað til­samans bara eru seld­ir 25 elbilar.

 

Tað var í 2023, at Løg­ting­ið samtykti uppskot frá lands­stýr­i­num um at broyta lóg­ina um av­gjøld á el­bil­ar.  Sum grundgeving varð sagt, at við uppskotinum verð­­ur av­­gjalds­­frí­­tøkan á rav­­magns­­bilar avmarkað til 200.000 kr.

 

– Endamálið við av­gjalds­frí­tøkuni hevur verið at fremja grøna orku­skift­ið og ikki lata stuðul til at keypa dýr­ar bilar, skrivar Fíggj­ar­mál­a­ráðið í viðmerkg til upp­skot­ið.

 

Hægri avgjald á el­bilar og vetnisbilar

 

– Broytingin ber í sær, at rav­magns- og vetn­is­bilar frá 1. januar 2024 skulu rinda eitt virðisgjald av tí part­i­num av CIF-virðinum, sum fer upp um kr. 200.000, sig­ur Fíggj­ar­mál­a­ráðið, sum vísir á, at sambært tá gald­andi lóg­gávu eru per­són­bil­ar, sum nýta ravmagn ella vetni til fram­drift, av­gjalds­fríir til og við 31. des­ember 2024.

 

Tað endaði við, at frá 1. apríl 2025 skuldu hesi ak­før rinda eitt stigvíst hækk­­­andi avgjald. Í 2028 og fylg­j­andi ár er avgjaldið 30% av av­gjalds­skyld­uga virð­i­num til og við kr. 100.000 og 45% av av­gjalds­skylduga virðinum oman­fyri kr. 100.000, sigur ráðið.

 

##med2##

 

Avgjøld skulu hækka skjótari enn ætlað

 

Sagt verður víðari, at enda­málið við upp­skot­i­num er at leggja avgjald á bil­­ar, sum nýta ravmagn ella vetni til fram­drift, skjót­ari enn gald­andi lóg­gáva á­set­ir.

 

Tað merkir, at landsstýrið vil fremja hesa broyting skjót­­ari enn áður ætlað, at el­bilar skjót­ari skulu rinda av­gjøld sum aðrir bilar – sum soleiðis kann síggjast sum hóttan ímóti grønu umleggingini av føroysku bilparkini.

 

Uppskotið varð ikki sent til hoyringar, men hevur ligið á hoyr­ing­ar­portalinum hjá Før­oya landsstýri í 14 dagar – og tá ið hoyr­ing­ar­freistin var úti, vóru eingi hoyr­­ing­ar­skriv komin.

 

Fíggjarmálaráðið skrivar, at lóg­ar­upp­skot­ið hev­ur ja­­lig­­ar fíggj­ar­lig­ar av­leið­ing­ar fyri land­ið or­sak­að av, at rav­magns- og vetn­is­bil­ar skulu rinda eitt á­víst virð­is­gjald eitt ár fyrr enn eftir gald­andi løgtingslóg.

 

Síðani verður víst á, at sam­bært Akstovuni vórðu í 2022 seldir 506 rav­magns­bil­ar. Av hesum bilum høvdu 467 eitt CIF-virði, ið var hægri enn 200.000 kr.

 

Ráðið upplýsir eisini, at samlaða CIF-virðið om­an­fyri 200.000 fyri allar rav­magns­bil­ar­nar var 62,0 mió. kr. Tað er 133 tús. kr. í mið­al fyri hvønn bil, sum er om­an­fyri 200.000 kr., skrivar Fíggjarmálaráðið.

 

– Við at áseta 45% í virð­is­gjaldi fyri CIF-virði om­an­fyri 200.000 kr., hevði lands­kass­in fingið áleið 28 mió. kr., um avgjaldið var gald­andi í 2022. Nakað færri rav­magns­bilar eru seld­ir hig­ar­til í 2023, og seldu bil­ar­nir eru í miðal eitt sindur bí­­lig­­ari. Tískil er trupult at spáa um rav­magns­bil­a­søl­una í 2024.

 

– Hugsast kann, at hækk­aða gjald­ið møguliga fær fólk at keypa bíligari rav­magns­bilar, sum ger, at av­gjalds­inn­tøk­an verð­ur minni. Harafturímóti kann tað vera, at fleiri heldur keypa ein bensin- ella dies­el­bil, sum ger, at av­gjalds­inn­tøk­an verður størri, skrivar Fíggj­ar­málaráðið í við­merk­ing­um til uppskotið.

 

Metingin hjá Fíggj­ar­mál­a­ráð­num er, at saml­aða meir­­inn­tøk­an av upp­skot­i­num er um 25 mió. kr. í 2024.

 

– Hendan upphædd mink­­ar stig­víst fram til 2028, tá hækk­ingin av skrá­set­­ing­­a­r­gjald­i­num verð­ur inn­­heint­að av áð­ur sam­tykt­ari hækking, sig­ur Fíggj­ar­mál­a­ráð­ið í viðmerking til sam­tykta uppskotið.

 

##med4##

 

Skal fíggja pen­sjón­ista­frádrátt

 

– Uppskotið er fyrstu ár­ini við til at fíggja pen­sion­ist­a­frá­drát­tin, sum land­ið á­tekur sær í sam­bandi við av­tal­að­a løn­ar­lyft­ið til náms­frøð­ing­ar, heilsu­hjálp­ar­ar og heilsurøktarar, skrivar Fíggjarmálaráðið.

 

– Lógaruppskotið fer helst at hava ávísar neiligar fíggj­ar­lig­ar av­leið­ing­ar fyri vinn­­una, held­ur Fíggj­ar­mál­a­­ráð­ið:

 

– Uppskotið hevur nei­liga á­­virk­an á umhvørvið, um upp­­skotið ber í sær, at fólk keypa ein bensin ella die­­s­el­bil, heldur enn ein rav­­­magns­bil, skrivar ráðið, sum eisini vísir á, at Føroyar hava bundið seg til at fylgja París avtaluni um at minka út­látið av veð­ur­lags­gassi.

 

– Við at stuðla einari grøn­ari loysn til fram­drátt av akførum, mink­ar útlátið av CO₂.

 

Lógarupskotið hev­ur sam­bært Fíggj­ar­mál­a­ráð­num ikki á­­virk­an á henda stuð­ul, men lóg­ar­upp­skot­ið mál­­­rætt­­ar lægra virð­is­gjald­ið til, fyrst og fremst, bíligari rav­­magns- og vetnisakfør.

 

– Lógaruppskotið er eitt av­­gjalds­uppskot, sum ber í sær, at virð­is­gjald­ið hækk­ar stig­­víst skjót­ari fyri rav­magns- og vetnisakførini.

 

– Við uppskotinum verð­ur virð­­i­s­gjaldið, sum stigvíst verð­­ur lagt á ravmagns- og vetn­­is­­akfør fram­skund­að fyri dýraru akførini.

 

– Bilar, sum kosta meira enn 200.000 í CIF-virði fara at rinda 45% í skrá­set­ing­ar­gjaldi fyri upphæddina om­an­fyri 200.000 kr í CIF-virði.

 

– Kost­ar ein bilur 300.000 kr. í CIF virði, verð­ur avgjaldið 45.000 kr, skrivar Fíggjarmálaráðið í við­merk­ing­u­num til samtykta upp­skot­ið.

 

##med3##