Rudda Vágsbotn til Voxbotn

Leygarkvøldið verður stóri tónleikafestivalurin Voxbotn, hildin í Vágsbotni í Havn

Í hesum sambandi verður Vágsbotnur ruddaður til endamálið. Smáu húsini, sum hava staðið á torginum, verða tikin niður, so pláss verður fyri øllum teimum túsundtals fólkunum, sum verða trokað saman í Vágsbotni leygarkvøldið.

Tveir pallar eru vanliga á Voxbotn, sum oftast hava báðir verið í Vágsbotni, annar út móti vágni, hini í vestaru síðu á økinum. Men í fjør varð ein roynd gjørd at hava annan pallin á parkeringsøkinum í Tórsgøtu, men tað eydnaðist eftir øllum døma ikki so væl, sum fyrireikararnir høvdu ætlað, tí verða báðir pallarnir aftur á sjálvum torginum í Vágsbotni.

 

##med2##

 

Skráin fyri Voxbotn er hendan:

 

##med3##

##med4##