Rumbul um Atlantsflog endar nú í Løgtinginum

Løgtingsmaður vil hava at vita um vit ikki longur skulu sleppa at tosa føroyskt í flogførunum hjá Atlantsflogi

Tá ið korona fór at ganga tíðliga í fjør, vóru 19 flogskiparar hjá Atlantsflogi sagdir upp. Men nú er støðan batnað aftur og tí hevur Atlantsflog søkt eftir fleiri flogskiparum. Men Rúni Højgaard, formaður í Flogskiparafelag Føroya, harmast um, at eingin av teimum uppsøgdu flogskiparunum, eru so mikið sum kallaðir til setanarsamrøðu, hóast teir hava søkt. Atlantsflog raðfestir pengar fram um royndir, er niðurstøðan hjá formanninum í flogskiparafelagnum.

 

Les meiri her: Atlantsflog raðfestir pengar fram um royndir

 

Og nú er málið enda á borðinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, tí nú vil Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava hann at greiða Løgtinginum frá støðuni í Atlantsflogi

 

Hann vil hava at vita um støðan er tann, at Atlantsflog tekur bíligar, útlendskar flogskiparar fram um royndar føroyskar flogskiparar. Og Jørgen Niclasen skal eisini greiða frá, hvat starvsfólkakostnaðurin til flogskiparar og flogternur var frá frá 1. januar til 1. oktober í ár og hvat kostnaðurin var í sama tíðarskeiði í 2019.

 

Jóhannis Joensen staðfetir, at Atlantsflog er okkara tjóðarflogfelag og eitt av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum. Undir koronukreppuni, sum rakti flogvinnuna hart, setti landskassin 100 milliónir krónur aftrat í almenna flogfelagið fyri at hjálpa felagnum burtur úr kreppuni.

 

– Undir viðgerðini í Løgtinginum førdu fleiri tingfólk fram, at treytin var, at felagið setti føroysku starvsfólkini aftur í starv, sum høvdu mist starv sítt orsakað av minkandi flogferðslu. Hann sigur eisini, at Jørgen Niclasen varð kunnaður um hetta ynskið.

 

– Nú er stórur vøkstur í flúgving til Føroya og eisini hjá Atlantsflog. Røddir eru tó frammi um, at onnur, bíligari, arbeiðsmegi verður sett í tey størv føroyingar mannaðu undan koronukreppuni - hóast føroysku starvsfólkini eru tøk.

 

– Atlantsflog hevur altíð verið eitt føroyskt felag, sum vit eru errin av,  einamest tí, at leiðsla, og flestu starvsfólk, eru dugnaligir føroyingar við hollum royndum - bæði á landi og í luftini.

 

Jóhannis Joensen sigur, at verður bílig, útlendsk arbeiðsmegi tikin fram um, kann mann ímynda sær, at tað ikki longur fer at bera til at tosa føroyskt á flogtúrinum - hóast talan er um okkara tjóðarflogfelag.