Russar hava lopið á Kharkiv

Guvernørurin, Oleh Synjehubov, sigur, at seinasta samdøgrið hava russar lopið á býin Kharkiv og fleiri økir í regiónini

Oleh Synjehubov er guvernørur í Kharkiv-økinum í Ukraina

Aftur í nátt hava russar lopið á næst størsta bý í Ukraina, Kharkiv.

 

- Ein 35 ára gomul kvinna læt lív, og 39 onnur vórðu særd.

 

Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Oleh Synjehubov, á Telegram í morgun.

 

- Millum tey særdu eru tveir dreingir, átta og 17 ára gamlir og ein 10 ára gomul genta, sigur hann.

 

Oleh Synjehubov leggur aftrat, at seinasta samdøgrið hava russar lopið á býin Kharkiv og fleiri økir í regiónini.

 

- Eitt nú varð lopið á bygdina, Buzove, har ein 73 ára gomul kvinna varð særd, sigur guvernørurin á Telegram.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Oleh Synjehubov er guvernørur í Kharkiv-økinum í Ukraina

Her liggur Kharkiv, og í ein landnyrðing hevur regiónin mark til Russlands