Russar við nýggjum álopum í nátt

Tvey fólk eru dripin og átta eru særd í nýggjum russiskum álopum í Ukraina í nátt

Russar halda fram við álopum á Ukraina. Í gjár lótu níggju fólk lív, og nógv fólk vórðu særd.

 

Aftur í nátt hava russar lopið á við dronum, og tvey fólk hava latið lív, umframt at átta onnur eru løstað.

 

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at í nátt varð ukrainski býurin, Pavlohrad, fyri russiskum álopum.

 

- Men, tað var ikki bara Pavlohrad, sum var raktur, veit norska kringvarpið NRK at siga í morgun.

 

Russar hava eisini lopið á næst størsta bý landsins, Kharkiv, har fleiri bygningar eru oyðilagdir.

 

Higartil er einki frætt um, at fólk hava latið lív í álopunum á Kharkiv, sum liggur nærindis markinum til Russlands.

 

Tað er einki, sum bendir á, at russar vilja frið í Ukraina, tó at arbeitt hevur verður við at fáa í lag eina vápnahvíld.