Russiska vápnahvíldin fór úr gildi á midnátt

Ukraina hevur eins og USA kravt, at ein vápnahvíld skal vara í 30 dagar, soleiðis at møguleikar verða skaptir fyri veruligum friðarsamráðingum

AFP veit at siga, at tríggjar dagar langa vápnahvíldin hjá Russlandi í Ukraina gekk út á midnátt í kvøld, lokala tíð.

 

Í endanum av apríl boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin, frá einari tríggjar dagar langari vápnahvíld í Ukraina.

 

Hetta gjørdi hann í sambandi við, at sigursdagurin fyri endanum av seinna heimsbardaga - hin 8. mai - skuldi hátíðarhaldast í Russlandi.

 

Tá vóru liðin 80 ár, síðan Nazi-Týskland tapti seinna heimsbardaga.

 

Ukraina hevur ikki góðtikið vápnahvíldina hjá russiska forsetanum, sum skuldi vara í einans tríggjar dagar.

 

Eins og USA hevur Ukraina kravt, at ein vápnahvíld skal vara í 30 dagar, soleiðis at møguleikar verða skaptir fyri veruligum friðarsamráðingum.