Í einari bilbumbuatsókn í Moskva fyrrapartin í dag er russiski generalurin, Jaroslav Moskalik, dripin. Hendingin fór fram uttanfyri heimið hjá generalinum í Moskva-forstaðnum, Balasjikha.
Hetta vita ein røð av russiskum miðlum at siga í dag, eitt nú óhefta russiska netávísin, Meduza, og nú vátta eisini myndugleikarnir í Russlandi, at tað er generalurin, sum er dripin í atsóknini.
Myndir av staðnum í dag vísa ein uppkolaðan bil við ein íbúðarbygning í forstaðnum eystanfyri sjálvan russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Russiskir myndugleikar siga, at spreingingin, sum var klokkan 10.40 lokala tíð í morgun, verður kannað sum ein yvirgangsatsókn.
Sagt verður, at spreingievni var plaserað í einum Volkswagen Polo, og sagt verður, at spreingingin var so mikið hørð, at rútar í nærliggjandi íbúðarbygningum fóru í knús.
Talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið, Marija Zakharova, sigur, at talan er um eina yvirgangsatsókn.
- Høvuðsspurningurin er, huvssu vit kunnu steðga krígnum. Vit síggja so mong offur hvønn dag, og í dag varð ein russiskur hermaður dripin í yvirgangsatsókn í Moskva, sigur hon.