Russiskur sjómaður deyður sunnan fyri Føroyar

Doyði ivaleyst av koronu

Kl. 18.50 í gjár fekk MRCC boð frá agentinum hjá russiskum skipi, at ein sjómaður umborð var sjúkur, helst við koronu.

Skipið var tá statt 250 fjórðingar úr Føroyum, og var nærri Hebridunum enn Føroyum. Hetta var ov langt at fara hjá føroysku tyrluni, sigur MRCC, sum tí tók samband við Coast Guard í Stornorway og kannaði, um tyrla kundi sendast frá Stornoway eftir sjúka sjómanninum.

Hetta játtaði sjóverjan í Stornoway.

Áðrenn tyrlan frá Stornoway kom fram, var støðan hjá sjómanninum so nógv versnað, at hann doyði.

Maðurin varð tí ikki tikin umborð á tyrluna, og russiska skipið siglir í løtuni móti Noregi.

Frá MRCC verður sagt, at skipið var ikki í føroyskum sjógvi, tá sjómaðurin andaðist.

Agenturin hjá russiska skipinum váttar fyri in.fo, at russiska skipið hevur ikki verið í føroyskari havn í meira enn eitt hálvt ár, so tað er ikki hiðani, at smittan er komin umborð, og eiheldur hevur skipið havt nakran smittuvanda fyri føroyingar.