Russland og Ukraina hava latið 180 krígsfangar leysar

Við millumbilum hava stríðandi partarnir latið krígsfangar hjá hvørjum øðrum leysar, og seinast hetta hendi, var hin 31. mai í ár.

Russland og Ukraina hava býtt um 180 krígsfangar, sum nú eru leyslatnir. Talan er um, at londini hava latið leysar 90 krígsfangar hjá hvørjum øðrum.

 

Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at Sameindu Arabisku Emiratini hava staðið fyri samráðingunum millum stríðandi partarnar.

 

Russiska verjumálaráðið legði eini boð út á Telegram í kvøld, at 90 russiskir krígsfangar vóru á veg til Moskva, har teir skulu heilsukannast.

 

Fáar minuttir seinni varð avtalan um at lata fangar hjá hvørjum øðrum leysar eisini váttað av ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

 

Londini hava við millumbilum latið krígsfangar leysar, og seinast hetta hendi, var hin 31. mai, tá 75 krígsfangar hjá hvørjum landi vórðu leyslatnir.