Kreml: Rutte sum Nato-ovasti broytir einki

Hin 57 ára gamli fráfarandi niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, er kendur sum ein av trúfastastu stuðlum hjá Ukraina.

Í dag gjørdist tað greitt, at tann, sum skal bera stafettina sum Nato-ovasti eftir Jens Stoltenberg, verður niðurlendingurin, Mark Rutte.

 

Men, í Kreml halda tey ikki, at leiðaraskiftið í verjusamgonguni Nato fer at broyta nakað. 

 

- Tað er óhugsandi, at valið av nýggjum leiðara fer at broyta nakað í høvuðslinjunum hjá Nato, sigur talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dmitrij Peskov.

 

Hann leggur aftrat, at Nato-felagsskapurin framvegis verður sæddur sum russiskur fíggindi.

 

Hin 57 ára gamli fráfarandi niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, er kendur sum ein av trúfastastu stuðlum hjá Ukraina.

 

Hann er eisini ein av argastu atfinnarunum av russiska forsetanum, Vladimir Putin.

 

Mark Rutte tekur við sum leiðari í verjusamgonguni hin 1. oktober - júst tíggju ár eftir, at Jens Stoltenberg tók við eftir danan, Anders Fogh Rasmussen.

 

Tað er eitt nú tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag og endurgevur talsmannin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.