Rynkeby-ferðin byrjar í Klaksvík fyrrapartin

Karl Johansen, borgarstjóri og Sigrun Niclasen, umboðandi Team Rynkeby, halda røður og síðan verður bjóðað kaffi og lagkøka í Smæruni.

Í dag, hin 27. juni, byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár er fráferðin úr Klaksvík.

 

Súkklað verður klokkan 11.15 frá Smæruni á Kjalarvegi 48 í Klaksvík, men fyri fráferðina verður skipað fyri hugnaløtu við tónleiki, røðum og ábiti. 

 

- Børn úr dagstovninum, Blákolluni, selja myndlist og lata stuðulin til Team Rynkeby. Eisini verða tvær gávuhandanir í Klaksvík í morgun.

 

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu verður sagt, at tiltakið í Klaksvík byrjaði nú klokkan 10.30. 

 

Karl Johansen, borgarstjóri og Sigrun Niclasen, umboðandi Team Rynkeby, halda røður og síðan verður bjóðað kaffi og lagkøka í Smæruni.

 

- Eisini verður okkurt gott til børnini. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.