Í Sunda kommunu eru tey so heppin, at Rynkeby-súkklararnir koma á vitjan við Margáir seinnapartin í dag.
Og tað er ikki so lítið, ið gjørt verður burtur úr, soleiðis sum greitt verður frá í Sunda kommunu.
Ein skrá er løgd fyri vitjanina við Margáir, har súkklararnir verða frá klokkan 16.50 til 17.20.
Her fer Trygvi Kallsoy, býráðslimur í Sunda kommunu, at siga nøkur, og ein "rynka" fer eisini at siga nøkur orð.
- Á skránni seinnapartin í dag verður eisini lítið ábit, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sunda kommunu.