Sí myndirnar: Ógvuliga long bíðirøð til korona-kanningar

Bíðrøin gongur heilt niðan til Marknagilsvegin

Um tit hildu, at bíðirøðin til korona-kanning á Landssjúkrahúsinum var long í gjár, so skulu tit bara síggja hana í dag. Bilar standa allan vegin frá Landssjúkrahúsinum eftir Marknagilsvegnum og út ímóti Glasi. 

Nógv fólk ætla sær at lata seg kanna fyri koronu, nú tað er greitt, at koronasmittan av álvara er byrjað at herjað í Føroyum aftur.

Í gjár vórðu 14 nýggir smittutilburðir staðfestir, soleiðis at tað tilsamans vóru 49 smittað í Føroyum. Vit vita frá landslæknanum í morgun, at talið er hækkað munandi í dag, aftaná at nærum 2.000 kanningar blivu gjørdar í gjár.

Sambært bíðirøðini til Landssjúkrahúsið er væntandi, at talið av kanningum eisini verður sera høgt í dag.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##