Sæla hevði frumsýning í Norðurlandahúsinum og var í vikuni sýnd í Løkshøll. Nú eru fleiri sýningar settar á skrá, og tær byrja í komandi viku, tá Sæla verður sýnd Havnar Bio mánadagin, týsdagin og mikudagin. Síðani verða sýningar í SALT í Suðuroy og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinni í februar.
Filmurin varð róstur eftir fullsettu frumsýningini. Høgni Djurhuus skrivaði í sínum ummæli, at ”Katrin Joensen-Næs hevur gjørt ein gløggan, viðkomandi film, eina filmsperlu.”
Og filmumælararin Birgir Kruse skrivaði, at ”filmurin er bæði góður og týdningarmikil”, og hann legði afturat, at ”eins framúr í nýggja stuttfilminum er realljóðið, tá kvinnuligi høvuðspersónurin fleygar sær, og so tónleikurin, ella rættari ljóðrøddirnar, ið eru uttan fylgispæl. Framúr avrik, ið flytur føroyska filmsframleiðslu nógvar sekvensir fram.”
##med2##
Hesar eru dagfestingarnar fyri komandi sýningarnar:
13., 14. og 15. februar í Havnar Bio
23. februar í Mentanarhúsið í Fuglafirði
25. februar í SALT
Leikstjóri er Katrin Joensen-Næs, ið áður hevur leikstjórnað Ábyrgd, sum eisini fekk
góð ummæli og varð handað sálarheilsuvirðislønina frá Sinnisbata.
Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen, Ebba Malena Debess Thomsen.
Aldursmark er 15 ár
##med3##