Nú er greitt, at samgongan hevur broytt støðu í spurninginum um at lata skeinkistøð aftur fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva landsstýrismanninum heimild til at lata skeinkistøð aftur, og at avmarkað talið á gestum fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg.
Tá ið málið var til umrøðu, var tað næstan eingin í Løgtinginum, sum tók undir við tí. Heldur ikki í samgonguni, var undirtøka fyri tí, tí har var tað at kalla bara Christian Andreasen, sum tók undir við tí.
Tí varð málið ikki avgreitt, tí tað skuldi viðgerast nágreiniligari í Vinnunevndini hjá Løgtinginum. Og tað hevur broytt støðuna, tí nú taka umboðini fyri samgonguna tí, Johan Dahl, Beinir Johannesen og Christian Andreasen, undir við tí.
Sostatt er tað endað við eini neyðsemju, har heimildin til at lata skeinkistøð aftur ikki so umfatandi, sum landsstýrið ætlaði.
Landsstýrið ætlaði, at heimildin skuldi standa við til 31. mars næsta ár, men tingmenn í samgonguni vilja bara, at hon skal verða galdandi til 31. august í ár.
Men so er tað eisini ein treyt, at verða skeinkistøðini stongd áðrenn klokkan tvey um náttina, ella verður talið á gestum avmarkað, skulu skeinkistøðini fáa endurgjald úr landskassanum. Og tað endurgjaldið skal latast eftir somu treytum, sum ferðavinnufyritøkur fáa í hjálparpakkanum.
– Tað er nærum ógjørligt at meta um fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum, men mett verður ikki, at talan er um stórar upphæddir, siga teir tríggir.
Men annars leggja teir tríggir dent á, at heimildin at avmarka vanligu afturlatingartíðirnar skal bara brúkast í teimum førum, tá ið smittuvandin er stórur og ítøkiligur.
Vit hava meiri um sama mál um eina løtu