Í allan dag hava samráðingar verið millum amerikansk og russisk embætisfólk í høvuðsstaðnum í Saudi Arabia, Riyad.
Samráðingarnar hava verið á gistingarhúsinum, Ritz-Carlton, og her vórðu tíðindafólk koyrd á dyr, meðan samráðingarnar vóru.
Á skránni er ein møgulig vápnahvíld í Ukraina - í fyrstu syfti kanska ein avmarkað vápnahvíld, sum vónandi kann enda við einari friðaravtalu.
Sambært AFP, sum endurgevur almennu russisku tíðindastovuna Tass, eru partarnir nú farnir hvør til sítt.
Hvat spurdist burturúr, veit eingin, tí londini siga, at ein felags fráboðan kemur frá pørtunum í samráðingunum í morgin.