Til minnis um Ingun Durhuus

– okkara kæra starvs­felaga og vin

Góða Ingun,

 

Hóast skjótt tvey ár eru lið­in, síðan vit søgdu tær fær­væl, kennist tað enn ó­ver­uligt fyri okkum, at tú ikki ert millum okkum long­ur.  Sama dag, sum tú vildi verið 60 ár, fylgdu vit tær til gravar, ein tung løta, tó fylt við takksemi um at hava kent teg.

 

Tað er so mangan, at vit minn­ast teg, góða Ing­un, bæði tá vit tosa um stutt­l­igar og góðar løtur, og tá vit hava onkur meira álv­ars­lig evni á skrá í okk­ara arbeiði. Tú vart nevn­iliga ein, sum vit kundu heita á í so nógvum sam­an­hang­um. Við tínum stillføra og á­lit­is­vekjandi verumáta megn­aði tú at vera til stað­ar á ein heilt serligan hátt. Tú vart ein, sum vit kundu spyrja til ráðs, tosa við, skemta saman við og bara vera sam­an við. Tú vart so sera rúm­lig, vís, vitandi, fevn­andi og stuttlig.

 

Tíni íbornu evni rukku so víða, og tað kundi ikki koma óvart á nakran, at tú vígdi títt arbeiðslív til menn­iskju, har tíni evni og títt lætta og hjartaliga lyndi komu til sín rætt. Tú starvaðist sum sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ing­ur á Psyki­atri­ska deplinum í fleiri ára­tíggju á ymiskum deild­um. Vit, sum vóru so hepp­in at starvast sam­an við tær í nógv ár á Am­bu­lant­ari deild, P50, og í Økispsykiatriini, kenna tóm­rúm­ið eftir tær, góða Ing­un.  Tú vart í nógvar mátar ein fyrimynd, ikki minst orsakað av tín­um máta at vera um menn­iskju, ið høvdu tørv á psykiatriskari sjúkr­a­røkt og umsorgan. Tín áhugi at arbeiða við menn­iskj­um við sálarligum a­v­bjóð­ing­um var hugvekjandi.  At hjálpa hesum menniskjum at koma fyri seg lá tær nær.  Tað týdningarmiklasta amboðið í slíkum arbeiði er ein sjálvur, og júst hetta megnaði tú á ein fyri­mynd­arliga góðan og skyn­saman hátt. Tað eru nógv, sum hava kent linna, ugga og fingið hjálp frá tær, góða Ingun.

 

Vit minnast væl, tá ár­liga átakið “Hvat hevur týdn­ing fyri teg” var á skrá tað eina árið. Vit skuldu øll spyrja sjúklingar, sum vit høvdu tilknýti til, hvat hevði týdning fyri teir. Nak­að, sum hevur víst seg at vera ógvuliga um­ráð­andi og gevandi í sam­skift­i­num okkara millum. Tá tú spurdi ein, sum tú hevði havt samband við í nógv ár, hendan sera við­kom­andi spurning, svaraði hann: “Tú hevur týdning fyri meg!” Og vit sita eftir við júst somu fatan, góða Ing­un. Tú hevði nevnliga týdn­ing fyri okkum eisini. Bæði  sum starvsfelagi og í mun til vinalag. Tú vart við tín­um nærlagni og hegni við til at mynda okk­um og psykiatriina á ein gev­andi og mennandi hátt. Tú vart við frá byrjan av, tá Økispsykiatriin varð sett á stovn, og eisini hana hev­ur tú verið við til at ment og litað til tað fak­liga høga støðið, hon er á í dag. Nakað, vit øll eru err­in av og takksom fyri.

 

Samstundis, sum ar­beið­ið fylti nógv í tínum lívi, var tað tíni kæru, sum altíð vóru fremst í huga­num. Tín kærleiki til fam­ilj­una var eyðsýndur. Tú vart so ómetaliga góð við mann­in, Ragnar, og børn tykk­ara, Jóannes Mart­i­n, Rakul og Hilbert,  og ikki minst lítlu omm­u­dóttr­ina, Gretu, sum var tín sólstrála. Tú var so sera eydnurík, at tær unt­ist at blíva omma. Áðr­enn tú fórt, vart tú vit­andi um, at enn tvær sól­strál­ur vóru á veg, og nú eru ommu­døt­ur­nar tríggj­ar í tali við Binu og Ing­­unn, sum báðar eru upp­kall­að­ar eftir tær, Bina Ing­un Hilbertsdóttir.  Vit minn­ast, hvussu  livandi tú greiddi frá ymiskum gleði­lig­um hendingum í tín­um lívi. Stórfingna upp­liv­ingin, tá tit vitjaðu Rak­ul norðuri á Svalbard í sam­bandi við henn­ara út­búgv­ing, var ein teirra. Ein túr­ur, sum tú vart so sera glað fyri. Tú gledd­ist, tá tað gekst tín­um børnum og fam­ilj­uni ann­ars væl, og al­tíð tosaði tú um tíni kæru við tí góða.

 

Góða Ingun. Hóast sak­n­ur­in eftir teg er stór­ur, og tað enn kennist sárt at hugsa um, at vit ikki kunnu vera saman við tær meira, eru vit ó­met­aøliga takksom fyri tað, sum vit hava havt sam­­an. Okkara góða sam­an­hald gjøgnum árini í ar­beið­inum og okkara starvs­fólk­a­út­ferð­ir kring oyggjarnar og utt­­an­­lands  hava ríkað okk­­um. Minnini um teg liva, og tú verður ikki gloymd, hó­ast tú ert farin.

 

Okkara tankar eru hjá tín­­um kæra manni, børn­um við maka, barn­a­børnum, foreldrum, systr­um og allari familjuni. Jesu­pápi verið hjá tykkum øll­um.

 

 

 

Huglagið sorgblítt – Vit minnast og sakna

 

smittandi látur tín, lættlynta brá.

 

Løturnar nógvar, nú minnini vakna,

 

ríkaði okkum, so góð tíni ráð.

 

 

 

Við hugflog og skemti frá søgum tú segði -

 

alt sat í látri, so stuttligt var har -

 

Samstundis siðilig, sakliga legði

 

tey álvarsorð fram, har ið neyðugt tað var.

 

 

 

Gleðast um árini, hendingar góðu,

 

nógvar í tali, tí saman við tær

 

í okkar yrki vit stinnari stóðu,

 

staðfesta kundu, at lívið tað lær.

 

Av hjarta nú kvøðu við takksemi bera

 

fram fyri tær, góða, takk fyri alt,

 

fyri ein klettur, ein brandur, at vera

 

Ivaðist ongantíð, tá ið tað galt.

 

 

 

Um kærleika stóran til næstan tú hevði,

 

størstur hann var til tey kæru har heim´.

 

Um mannin og børnini vakurt tú segði,

 

lív títt gav meining við gleði og gleim.

 

 

 

Um sýn tú ert farin, vit minnast og sakna

 

smittandi látur tín, lættlynta brá.

 

Løturnar nógvar, nú minnini vakna,

 

ríkaði okkum, so góð tíni ráð.

 

 

 

Hvíl í friði, góða Ingun

 

Tínir starvsfelagar á Psykiatriska deplinum