Heilsumálaráðið hevur nú skrivað undir sáttmálar við Thetis og Smyril Line um koronukanningar.
– Við sáttmálunum hava partarnir lagt fastar karmar um samstarvið, soleiðis at coronakanningarnar av ferðafólki verða gjørdar á besta og tryggasta hátt, sigur Heilsumálaráðið.
– Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya verða broyttar tann 27. juni, og tað merkir, at øll ferðandi, sum koma til landið eftir 27. juni, skulu kannast fyri COVID-19, sigur Heilsurmálaráðið.
Les eisini: Ongar heimildir til kravdar koronukanningar
Heilsumálaráðið ger vart við, at tað er sera týdningarmikið, at tær viðkvæmu persónupplýsingar, sum verða innsavnaðar, til ein hvørja tíð eru væl vardar. Tí seta sáttmálarnir millum annað krøv til, at verndin av persónupplýsingum fylgir ásetingum í persónupplýsingarlógini.
Kanningarmannagongdin er løgd soleiðis til rættis, at upplýsingarnar eru dulnevndar fyri kanningarstovuni. Tað vil siga, at kanningarstovan ikki kann knýta kanningarúrslit beinleiðis til eitt ávíst ferðafólk. Um eingin smitta verður staðfest, verða upplýsingarnar umframt øll kanningarsýni burturbeind.
– Verður smitta staðfest, sendir kanningarstovan dulnevndu upplýsingarnar til Landslækan, sum síðani fær innlit í viðkvæmu persónsupplýsingarnar og kann fremja neyðugu smittusporingina. Persónupplýsingarnar verða goymdar í tryggum skipanum so leingi, sum tað er neyðugt í sambandi við kvalitetstrygging og smittusporing.
Landið ber kanningarkostnaðin, sigur Heilsumálaráðið at enda.