SAS byrjaði sum ein skandinavisk samstarvsætlan

Sparingar og fíggjarlig innspræning skal tryggja, at SAS kann haldast flúgvandi eftir koronukreppuna.

Tað skandinaviska flogfelagið SAS skal fram ímóti 2022 spara 2,8 milliardir krónur sum liður í bjargingarætlan, sum skal halda felagið flúgvandi eftir koronukreppuna, sum hevur rakt alla vinnuna hart.

Ætlanin merkir eisini, at bæði svenska og danska stjórnin økja sín ognarlut. Tilsamans skal ætlanin tryggja, at SAS fær 8,5 milliardir krónur í kassan.

Les meira um SAS her:

 

* SAS varð stovnað í 1946 við eini samanlegging av tjóðarflogfeløgunum í Danmark, Noreg og Svøríki.

* Fyrsti túrur var til New York 17. september í 1946. Túrurin tók 25 tímar, og tað var neyðugt at stegða á tríggjar ferðir á vegnum fyri at fylla brennievni á.

* Fyri koronukreppuna hevði SAS fleiri enn 800 fráferðir um dagin, og um árið fleyg felagið umleið 30 milliónir ferðafólk til yvir 125 støð í heiminum.

* Koronukreppan hevur tó minkað nógv um fráferðir og ferðafólk, og tað merkist sjálvandi í búskaparstøðuni hjá SAS.

* Í mars fleyg felagið til dømis við umleið einari millión ferðafólkum. Tað var umleið 60 prosent færri ferðafólk enn sama mánað árið fyri.

* Svøríki og Danmark eiga 29 prosent av partabrøvunum í SAS. Fyrr hevur norski staturin eisini verið partaeigari.

* SAS hevði fyri koronukreppuna 13.000 starvsfólk. Fleiri teirra eru tó í parttíðarstarvi. Uppgjørt í fulltíðarstørvum hevði felagið tilsamans 11.000 størv.

Kelda: SAS.