Sirið havt fund um javnstøðumál

Í gjár vóru forkvinnan í javnstøðunevndini, Bjørk Maria Kunoy, og formaðurin í Demokratia, Niels Uni Dam, saman við skrivara sínum, Brandi Mortensen Nolsøe, á fundi við landsstýriskvinnuna í javnstøðumálum. 

 

Árligi fundurin er gott høvi hjá forfólkunum báðum at greiða frá tí nevndarvirksemi, sum hevur verið seinasta árið, ætlanum frameftir, umframt at bera fram møgulig tilmæli til landsstýriskvinnuna.

 

Seinni í ár verður kommunuval, og hetta fyrireikar Demokratia seg til í hesum døgum.. Formaðurin greiddi í hesum sambandi landsstýriskvinnuni frá um, hvørji átøk hava verið og eru ávegis. Sum liður í fyrireikingunum til komandi kommunuvalið hevur Demokratia sett kanningararbeiði í verk, fyri at varpa ljós á kynsmunir í sambandi við politiska luttøku og vitan.

 

Forkvinnan í javnstøðunevndini legði fram um nevndarvirksemið og um ársfrágreiðingina hjá nevndini fyri seinasta árið. Javnstøðunevndin hevur verið sera virkin hetta seinasta árið, serliga við at gera tilmæli, veita ráðgeving og at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Umframt at hava varpað ljós á viðurskifti um javnstøðu í samfelagnum, so sum abort, barsil og arbeiðsbýti og lønarmun, er nevndin eisini klagumyndugleiki. Forkvinna greiddi frá, at hesin partur fyllir nógv. Seinastu árini hevur áhaldandi verið víst á, at tað møguliga hevði verið skynsamari at tikið klagupartin burturúr virkseminum hjá javnstøðunevndini.

 

Sirið greiddi í hesum sambandi frá, at samgongan hevur ynski um at dagføra javnstøðulógina við atliti at fleiri viðurskiftum, millum annað hvussu klaguparturin hjá javnstøðunevndini kann skipast betur. Landsstýriskvinnan greiddi eisini frá, at hon hevur havt fund við øll landsstýrisfólkini í samgonguni, og at hesi hava havt høvi at vísa á, hvørjum javnstøðumálum arbeitt verður við í stjórnarráðunum. Ætlanin er at savna hesi mál í eina støðulýsing av verandi javnstøðuavbjóðingum í Føroyum. 

 

Tá fundurin var at enda komin, boðaði forkvinnan í javnstøðunevndini, Bjørk Maria Kunoy, frá, at hon leggur frá sær. Bjørk verður forkvinna til nýtt forfólk tekur við.