Sjónvarpsframleiðsla: Nýggjárskonsertin 2021

Siðbundna nýggjárskonsertin verður send út í stovuna hjá hvørjum húski í Føroyum, skrivar Norðurlandahúsið á síni heimasíðu.

Vit vita øll, at árið í ár er ørðvísi enn onnur ár. Nýggjárskonsertin verður eisini ørðvísi, við tað, at einki kór luttekur og eingin áhoyrarar eru í salinum. Vit eru tó sera fegin um at geva tær møguleikan at hoyra og síggja Føroya Symfoniorkestur, við góðari hjálp frá núverandi og fyrrverandi næmingum úr musikkskúlunum, heima í fjálgu stovuni, skrivar nlh.fo.

Spennandi skráin er á tremur við brellbitum av hægstu góðsku. Ernst Remmel framførir 3. sats av trompetkonsertini hjá Hummel í E-dur, og Johannes Andreasen fer at spæla klaverkonsert í A-dur eftir Mozart.

Fimm sangarar trína á pallin hetta kvøldið. Birita Poulsen framførir “Je veux vivre” eftir Gounod, Mike Viderø syngur slagaran “Cry me a River”. Sangbólkurin Sway, ið er mannaður við Katrinu Olsen, Daniu Tausen og Marionnu Nagata, fer at framføra eina nýggja føroyska syrpu, Atli Petersen hevur útsett fyri orkestur.

Bernharður Wilkinson, leiðir Føroya Symfoniorkestur og solister trygt gjøgnum konsertina. 

Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 9. januar kl. 19.30