Skilagott við sálarfrøðiligari hjálp skúlaverkinum

Tingkvinna spyr um skipanina við sálarfrøðinga í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík

Tað ger hon í einum grein 52a fyrispurningi til Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum.

Spurningarnir eru soljóðandi:

 

1. Er royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð eftirmett?

2. Hvat sigur eftirmetingin um royndirnar við skipanini, og hvat verður mælt til?

3. Er ætlanin, at skipanin fer at halda fram á Skúlatrøð?

Eyðgunn Samuelsen sigur í viðmerking til fyrispurningin, at Klaksvíkar kommuna, Skúlatrøð og Mentamálaráðið byrjaðu eina royndarverkætlan í 2021 við sálarfrøðingi á skúlanum. Skipanin var tíðaravmarkað, og sum skilst skuldi skipanin eftirmetast, áðrenn støða skuldi takast til, um skipanin skal gerast til eitt fast tilboð á skúlanum.

– Starvsfólk á skúlanum høvdu víst á tørvin at fáa sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, sum í einum tíðarskeiði uppliva truplar broytingar í lívinum. Talan kann eitt nú vera um børn, sum hava mist, ella hvørs foreldur eru skild, børn við angist o.s.fr., sigur hon.

– Eitt av átøkunum var júst at skipa samrøðubólkar fyri børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman, sigur hon.

Sum skilst var hetta ein fyriskipan, ið bæði foreldur og fakfólk vóru sera væl nøgd við. Skipanin var hugsað sum ein fyribyrging og skjót hjálp til børn og ung við sálarligum avbjóðingum. Tað er ein sannroynd, at skjótari hjálp børn og ung við sálarligum avbjóðingum fáa, jú størri eru sannlíkindini fyri, at trupulleikarnir ikki gerast meira umfatandi, og krøvini til professionella hjálp gerast færri.

– Havandi í huga at kanningar vísa, at ein stórur partur av okkara ungdómi hevur vánaliga sálarheilsu er sannlíkt, at skjót hjálp er til fyrimunar bæði fyri ungdómin og samfelagið.

– Tí er sannlíkt, at tað gevur góða meining at hava fyribyrgjandi lággáttartilboð sum eitt nú sálarfrøðiliga hjálp í okkara skúlaverki, sigur Eyðugunn Samuelsen, løgtingskvinna.