Betri kvinnur: Ovara endaspælið byrjar 6. august

Niðara endaspælið byrjar 3. august

FSF skrivar:

 

Leikskráin fyri endaspælið í Betrideildini hjá kvinnum er nú klár. Niðari bólkurin byrjar sunnudagin 3. august, meðan ovari bólkurin leggur fyri tríggjar dagar seinni, mikudagin 6. august. Landskappingin endar við upp- og niðurflytingardysti millum nummar 8 í Betrideildini, og fremsta liðið í 1. deild, sum ikki longu er umboðað í Betrideildini hjá kvinnum

 


Í fjør bleiv fyri fyrstu ferð roynt at skipa fremstu deildina hjá kvinnum sum grundspæl og endaspæl. Hesin kappingarleistur eydnaðist so mikið væl, at avgjørt varð at halda fram við hesi skipan í 2025.

 

Kortini eru nakrar tillagingar gjørdar. Ein orsøk er, at FIFA vindeygað liggur seinni á árinum, og harafturat er landsliðsvirksemið nú skipað meira skynsamt í mun til landskappingina.

 

Hetta hevur millum annað við sær, at fleiri leikdagar eru tøkir í seinnu hálvu av kappingini, og tí verða níggju umfør í endaspælinum í ár, samanborið við seks umfør í fjør, og samstundis verður farið frá 20 til 23 umførum tilsamans.

 

Men ólíkatalið av dystum í endaspælinum hevur við sær, at tað er endaliga plássið í grundspælinum, ið avgerð, hvussu nógvar heima- og útidystir liðini fáa í endaspælinum.

 

Øll stigini fylgja við frá grundspælinum til endaspælið, meðan tað bara eru málini í innanhýsis dystum millum lið, ið spæla seg í sama bólk, sum fylgja við til endaspælið. Málini í hinum dystunum fella burtur.

 

Hetta hevur við sær, at nú farið verður undir endaspælið, byrjar KÍ fremst í ovara bólkinum við 36 stigum og málmuninum +12, meðan NSÍ er nummar 2, somuleiðis við 36 stigum, og málmuninum +6. HB er nummar 3 við 31 stigum, og Víkingur er á fjórða plássi við 28 stigum.

 

Í niðara bólkinum er B36 ovast við 16 stigum, 07 Vestur hevur 8, eitt stig framman fyri Skála, sum hevur 7 stig, og síðani kemur FC Hoyvík við trimum stigum.

 

Landskappingin endar við upp- og niðurflytingardysti millum nummar 8 í Betrideildini (nummar 4 í niðara bólkinum), og fremsta liðið í 1. deild, sum ikki longu er umboðað í Betrideildini hjá kvinnum. Skrivar FSF. 

 

Stigatalvur og leikskráir