Skulkandi næmingar órógva ferðsluna í Marknagili

Tað er helst ikki skilagott at leggja sær leiðina eftir Marknagilsvegnum, um tú ætlar tær at møta til arbeiðis til tíðina í morgun

Tí í dag er tann sokallaði árligi skulkidagurin hjá næmingum á Glasi, og tá plaga teir at gera vart við seg úti á vegnum, har ferðslan verður órógva.

Løgreglan sigur í morgun, at tey hava fingið boð um, at dagurin er í dag – og at onkur fráboðan er komin um næmingar uppi á takinum á fimleikarhøllini á Glasi.

– Vit fara út á staðið. Tað plagar at hasa av, áðrenn klokkan blívur alt for nógv, men morgunferðslan verður helst tarnað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##