Frá hósdegnum sleppa ferðandi úr Norra, Danmark, Finlandi og Týsklandi eisini undan at lata seg kanna og fara í sóttarhald, tá tey koma til Íslands.
Tað boðaði Þórólfur Guðnason, smittulækni, frá í dag sambært Morgunblaðnum.
Frammanundan sluppu ferðandi úr Føroyum og Grønlandi frá at lata seg kanna, tá tey komu til Íslands, og sostatt eru tað nú ferðandi úr seks londum, ið sleppa beinleiðis inn í Ísland.
Morgunblaðið skrivar, at íslendingar, ið koma til Íslands úr hesum seks londunum, skulu heldur ikki kannast, men at teimum verður álagt at vera serliga varin í tvær vikur eftir komu.
Þórólfur Guðnason sigur, at talið á ferðandi til Íslands er í stórum vøkstri, og at tað er skjótt at landið fer ikki at kunna fylgja við at kanna fleiri enn 2000 ferðandi um dagin.
Tað verður kortini lagt aftrat, at fyri at sleppa inn í Ísland uttan at lata teg kanna ella fara í sóttarhald, skalt tú hava verið í einum av hesum londunum í minsta lagi tvær vikur.
Hevur tú verið í einum útsettum øki seinastu tvær vikurnar, skalt tú kortini podast ella fara í sóttarhald.