Nú sleppa fólk aftur at vitja sjúklingar, sum eru innlagdir á einum av teimum trimum sjúkrahúsunum.
Sjúkrahúsini hava verið mestsum lukkað síðani korona aftur fór at gera um seg eftir ólavsøku. Tað er fyri at minka um smittuvandan, men tað hevur havt við sær, at avvarðandi ikki eru sloppin at vitja sjúklingar, uttan í serligum førum og eftir avtalu. Og samstundis hevur tað verið eitt krav, at øll skuldu vera í masku fyri munnin og nasarnar.
Síðani er tamarhald aftur fingin á støðuni og nú boða tey trý sjúkrahúsini frá, at tey aftur lata dyrnar upp fyri vitjandi. Tað verður frá í morgin, at dyrnar verða lætnar upp fyri vitjandi, og tá verður tað heldur ikki longur eitt krav, at fólk skulu vera í masku.
Kortini minna tey á almennu tilmælini um frástøðu og at vaska og spritta sær væl um hendurnar.