SMS: H71 voldi kyndilskvinnum fyrsta ósigurin í 19 mánaðir

H71 vann fimmmálssigur á Kyndli

Tey flestu mundu hava Kyndil sum ein lítlan favoritt undan fyrstu FM-finaluni í SMS-deildini móti H71.

 

Men hoyvíkskvinnur vóru omaná í fyrstu FM-finaluni í høllini á Hálsi, og tær voldu Kyndli fyrsta ósigurin í einum kappingardysti síðani september í 2023, tá Neistin vann á Kyndli.

 

H71 vann 29-24 á Kyndli í dag. Í steðginum var H71 á odda 13-11. Kyndil kom tvær ferðir upp á javnt, ávikavist 20-20 og 21-21 í seinna hálvleiki, og tá fimm og ein hálvur minuttur var eftir var H71 bert á odda 23-22. Men seinastu løtuna dróg H71 frá Kyndli, og tær øktu til 27-23 áðrenn Kyndil megnaði at svara aftur við einum máli. Seinastu sekundini økti H71 við tveimum málum. Hoyvíkskvinnur vóru stinnar í verjupartinum, og tað var ein av stóru atvoldunum til flotta sigurin.

 

Liðini hittast aftur til aðru FM-finaluna komandi mikudag klokkan 17.45. Spælt verður best av fimm dystum.

 

Toppskjúttar Kyndil: Bára Krossteig Hansen 6, Inga Maria Roysdóttir 6, Turið Arge Samuelsen 4, Bjarta Osberg Johansen 4.

 

Toppskjúttar: H71: Elsa Egholm 5, Maria H. Weyhe 5, Sára Jacobsen 4, Lea Brockie 4. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF:

 

##med2##