Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.
Í Vágshøll tók VB móti Neistanum. Neistin vann dystin 23-17, og tí er staðfest, at VB við bert fýra stigum endar aftast í SMS-deildini. Í steðginum var Neistin á odda 11-7.
Angela Sigga Birgisdóttir var við fimm málum toppskjútti hjá VB. Lív Rouch og Marjun Danberg vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Neistanum.
Seinasta umfarið verður leikt sunnudagin. Skráin er hendan: VÍF-Kyndil, Neistin-H71 og StÍF-EB, ið allir byrja klokkan 14. Dysturin VB-Stjørnan byrjar klokkan 15.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin og støðuna:
##med2##
##med3##